Ger tína skyldu og krev tín rætt. Í hasi raðfylgjuni!
- Mette Frederiksen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit hoyra tað umaftur og umaftur. Politikarar, sum siga tað sama. Hevur vinnan tað gott, so hevur familjan og samfelagið tað gott. 

Eg havi skjótt verið fýra ár í politikki, og eg byrji at skilja nakrar samanhangir. Men góðu vinnulívsfólk! Tit nýtast ikki ræðast mína umboðan. Heldur tvørturímóti.

Vinnan hevur altíð átt nógvar vinir í politikki. Og soleiðis verður tað eisini eftir komandi val.  Men, men, menn

... 

Við ivasomum tilmælum og pennastrokum verða milliónir játtaðar til stórar og dýrar verkætlanirnir, har fleiri (kanska serliga kvinnur, men eisini menn) standa spyrjandi. Og vit vita øll, hvør hevur rátt fyri borgum. Jú, tað eru teir rokaligu og framfýsnu menninir, sum einamest tosa um bátahylar, lastbilar, vegir, asfalt, havnaløg og at spreingja, knúsa og fylla út á landi og sjógvi, sum fyri tað nógva eru komnir til orðanna. Og eisini hava fingið sín vilja. Tað er sum setningurin skal høggast í grót. Hevur vinnan tað gott, so hava vit øll tað gott. Vit tora næstan ikki at siga annað.

Eg haldi, at tíðin er komin til, at vit seta eitt k frammanfyri vinnuna. Tí helst er tað líka rætt at siga, at hevur kvinnan tað gott, so hevur familjan og samfelagið tað gott. 

Kim Larsen, danska fólksliga skaldið, var so bersøgin at siga, at politikkur snýr seg um at gera korini betri hjá teimum veiku. Tey sterku skulu nokk klára seg. Sjálv veit eg sum kona, móðir og dóttir, at ein kvinna sum trívist, kann í sínum nærumhvørvi skapa tryggleika og gróðrarlíkindi hjá allari familjuni. Og hetta er neyðugt, um vit skulu byggja land og bý. Og hetta sigi eg ikki fyri at taka nakað frá okkara góðu monnum.

Men kvinnur hugsa ofta øðrvísi enn menn, á sama hátt sum ung stundum hava eina aðra fatan enn tey tilkomnu og eldru.

Eg haldi, at tað er neyðugt at fleiri femimin og bleyt mál koma á dagsskránna. Kvinnur hava vanliga aðrar royndir og annað tankagóðs enn menn, og tí hevur tað stóran týdning, at tær hugsjónarliga eru væl umboðaðar og eisini sleppa at virka politiskt og fyrisitingarliga í fremstu røð í býráðnum.  Tí kvinnur skilja kvinnur, men kunnu eisini í eini siðbundnari mannfólkaverð flyta tingini tann  rætta vegin. Og skapa eitt meiri rúmligt og gott samfelag fyri okkum øll.

Tí sjálvandi vil kvinnan, at familjan trívist og býr væl. Hon vil, at børnini fara mett og væl klødd frá húsum og ferðast trygt í skúla. Kvinnan vil at starvsfólkini í barnagørðum og á ellisheimum hava góðar umstøður. Hon vil, at tað skal vera  gott skil í, og at tingini verða gjørt liðug.  At ikki ov nógv órudd liggur og sløðist. Hon vil búgva í einum livandi og savnandi býi, har tað er nógv at fara til, bæði á tí andaliga, men sanniliga eisini á ítróttar- og mentanarøkinum. Uttan kvinnuna høvdu tey nógvu arbeiðsplássini, handilslívið, frítíðarøkið, kaffihús, hotell og øll tiltøk og stevnir eisini manglað ein væl upplagdan viðleikara.  Og uttan kvinnuna var onki at skrivað heim um vinnuna.

Politikkur snýr seg um at raðfesta. Tað hevur verið sagt í nógv ár. Fyrst kvinnur og børn, verður tikið til. So latið okkum ikki gloyma hesar gomlu dygdir. Heldur ikki í býráðsarbeiði. Og samstundis mugu vit duga at síggja tingini frá einum nýmótans og kvinnuligum sjónarhorni. Tá fáa vit ein livandi og fjølmentan bý, har bæði kvinnur og menn standa saman um nøkur góð og varðandi virðir, sum skapa trivnað og menning í øllum samfelagnum.

Annika S. Biskopstø
Klaksvíkar Býráð

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo