Ger tína skyldu og krev tín rætt. Í hasi raðfylgjuni!
- Mette Frederiksen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg mundi dottið av stólinum, tá eg í tíðindunum á middegi ígjár hoyrdi, at Fólkaflokkurin hevði verið stóri vinnarin, um val var nú. Og hvat er tað so, sum veljarin er hesum flokkinum so takksamur fyri? Er tað kanska tað, at flokkurin saman við sínum líkum samtyktu forskatting av pensjónum, sum hevur oyðilagt langtíðarhaldføri í føroyska búskapinum, og sum fer at svíða hjá komandi ættarliðum og helst at gera tað neyðugt at hækka pensjónsaldurin?

Ella er tað kanska tí, at fáar vikur eftir næstsíðsta val fekk flokkurin samtykt eina fiskivinnulóggávu, har fiskiloyvi og fiskurin í havinum í veruleikanum vórðu latin latin nøkrum reiðarum til ognar, og sum tað er ógjørligt hjá hesi og komandi samgongum at broyta nevnivert uttan risastór og ørandi endurgjøld?

Men hví missir sitandi samgonga undirtøku? Jú, hon situr og pilkar við nøkur mál, sum lítlan og ongan týdning hava fyri livikorini hjá vanliga føroyinginum. Tað hevur ongantíð verið truplari hjá ungfólki, løntakarum og einligum forsyrgjarum at fóta sær í Føroyum enn júst nú, meðan ójavnin í samfelagnum millum rík og fátøk bara veksur. Útlendingar koma til landið í stórum tali, meðan høgir leigu- og húsaprísir, grammleiki hjá bankunum og partvíst spekulatión í fastari ogn gera tað ómøguligt hjá nógvum "innføddum" at finna innivist.

Og hví minkar talið av nýføddum børnum nú so bráddliga? Eitt alsamt meira avskeplað samfelag er medvirkandi til, at nógv ung eru stúrin um framtíðina!

Jákup Andreasen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo