Fólkaflokkurin hevur í kvøld valt nýggjan formann og er tað Christian Fríbjart Andreasen.
Sum VP hevur skilt, so fekk Christian Fríbjart Andreasen 15 atkvøður og Beinir Johannesen 12 atkvøður av teimum tilsamans 27.
Men 5 av teimum 8 tinglimunum hjá Fólkaflokkinum peikaðu á Beinir Johannesen, so nýggi formaðurin hevur ikki fulla undirtøku frá tingmanningini hjá Fólkaflokkinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo