At skifta hjúnafelaga er bara at skifta einar trupulleikar út við aðrar
- Kathleen Norris

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-141/2023 frá Hannu Jensen, løgtingskvinnu, settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennis Holm, um gongubreytir við Gøtugjógv

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu gongur við at fyrireika arbeiðið at gera nýggjar gongubreytir og kantsteinar við Gøtugjógv?

2. Nær verða gongubreytirnar gjørdar?

3. Verða ferðslutálmandi átøk fyrireikað at fremja í næstum?

Svar til spurning 1 og 2
Tað er nógv og tung bilferðsla gjøgnum Gøtugjógv, og tað er nærum eingin skilnaður millum bilferðsluna og ábæru ferðsluna (fólk til gongu) á staðnum.

Millum annað er dagstovnur og skúli omanfyri vegin, so ferðandi til gongu úr Norðagøtu og Syðrugøtu mugu fara yvirum vegin fyri at koma til og frá skúla og dagstovni. Arbeitt verður tí við málinum um at betra ferðsluviðurskiftini á staðnum.

Ætlanin hevur verið at betra gongubreytina, og at seta upp kantsteinar millum vegin og gongubreytina. Landsverk og Eysturkommuna samstarva nú um aðra loysn. Ætlanin er, at ábæra ferðslan verður førd burtur frá vegnum umvegis eina undirføring, sum er ætlað fólki til gongu.

Eftir ætlan verður ein heingibrúgv gjørd undir verandi brúgv um Gøtugjógv. Landsverk ger og rindar sjálva brúnna, meðan kommunan ger og rindar lendisarbeiðið og gøtur til brúnna.

Hendan loysnin verður mett at vera væl betri og tryggari fyri ábæru ferðsluna, tí ábæra ferðslan verður førd burtur frá vegnum. Hetta er serliga viðkomandi fyri Gøtugjógv.

Vónað verður at henda loysnin ber á mál. Um ikki, so verður farið aftur til loysnina við einans at skifta kansteinarnar og annað millum vegin og gongubreytina, sum er ein møguleiki, sum fyrr hevur verið frammi.

Svar til spurning 3
Tørvurin á ferðslutálmandi átøkum er alt eftir, hvør loysn verður framd. Við einari undirføring, har ábæra ferðslan verður hildin heilt burtur frá bilferðsluni, er tørvurin á ferðslutálmandi átøkum avmarkaður.

Dennis Holm
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo