Túrurin vardi bara smáar 3 minuttir, men hetta er fyrstuferð at eitt el-rikið kommersielt flogfar hevur verið á flogi, tað sigur í øllum førum kanadiska flogfelagið Harbour Air sum í gjár royndi flogfarið í samstarvi við amerikansku fyritøkuna MagniX sum framleiðir elektriskar framtøkuskipanir.
Flogfarið hevur 750 hestakreftir. Túrurin var gjørdur á Fraser ánni í British Columbia. Flogskiparin var stovnarin av Harbour Air, Greg McDougall.
Heimsins fyrstu flúgving framdu Wright brøðurnir í desember 1903.
Bæði Boeing og Airbus gera eisini royndir við elmotorum til flogfør.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo