Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Sjóvinnustýrið:Í høvuðsheitum hevur nýggja kunngerðin við sær, at útlendsk heilsuprógv nú eru góðkend  at nýta um borð á føroyskum skipum.

Hetta merkir, at tað ikki longur er neyðugt hjá útlendskum sjófólkum á føroyskum skipum at útvega sær læknakanning við føroyska oyðublaðnum, sum Sjóvinnustýrið gevur út. Tað er nú møguligt at mynstra við útlendskum heilsuprógvi treytað av, at útlendska heilsuprógvið er útgivið sambært STCW-sáttmálanum (Convention on Standards of Training, Certification and Watchkeeping for Seafarers) og MLC-sáttmálanum (Maritime Labour Convention).

Nýggja kunngerðin tekur í stóran mun støði í áður galdandi kunngerð um læknakanning fyri sjófólk frá 2013.

Hon kann lesast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo