Tann verður glaður sjálvur, sum ger onnur glað
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

RD Group: Rasmus Hedegaard er danskur dj. Hann útgav fyrsta lagið í 2011 og síðani tá, hevur hann útgivið fleiri hitt innan elektroniska heimin. Hann hevur inntil víðari garvillar 1,4 milliardir spælingar á ymsu stroymingtænastunum.

Millum annað hevur hann gjørt lagið ‘Happy Home’ saman við Lukas Graham og lagið ‘Twerk it Like Miley’ saman við Christoper, og hevur hann javnan ligið ovast á hittlistum kring heimin.

Hedegaard er kendur fyri at hava eitt annaðleiðis ljóð enn onnur innan sama øki. Hetta hevur ført við sær, at hann er blivin væl dámdur uttan fyri Danmark, og serliga í Kina ger hann um seg. Av stóra áhuganum fyri honum í Kina, broytti hann heitið á lagnum ‘NYC BABY’ til ‘BEIJING BABY’ og tað gjørdi ikki áhugan minni. Hann kom aftur á fyrsta pláss á hittlistum yvir house tónleik og helt áfram at gera løg, ið gjørdust eins væl umtókt. Hetta hevur ført við sær, at hann hevur vunnið alskyns tónleikavirðislønir. Ikki bara hevur hann imponerandi nógvar stroymingar - til komandi Club Awards 2024 er hann tilnevndur í heili 5 ymsum bólkum.

Hann hevur plátukontrakt við internationalum plátufelag, hann hevur komandi konsertferðir á skrá í bæði Asien og USA, hann hevur nýggjar útgávur á veg, ein pakkaðan kalendara til festivalar í summar, og nú kemur hann til Føroya mitt í øllum. Vit eru heppin og vit gleða okkum!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo