Fæ doyr, frændur doyggja. Eitt veit eg, sum ongantíð doyr. Minnið um dáð deyðamanna
- Hávamál

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Vinnuhúsið: Handilsútbúgvingin er ov lítið praktisk, og fleiri handilslærlingar halda, at tey taka FHS útbúgvingina umaftur. Handilslærlingum tørva veruligar avbjóðingar við verkætlanum í sínari útbúgving. Tað heldur Handilsvinnufelagið, sum mælir politisku skipanini at endurskoða handilsútbúgvingina og merkantilu útbúgvingarnar.

Neyðugar broytingar
Føroya Arbeiðsgevarafelag er umboðað í Yrkisútbúgvingarráðnum við Eyðvør Berg, nevndarforkvinnu í Handilsvinnufelagnum. Yrkisútbúgvingarráðið hevur latið politisku skipanini eitt tilmæli, har tað verður skotið upp at fáa ein betri samanhang millum teori og praksis í merkantilu útbúgvingunum. Tað er eisini neyðugt at gera broytingar í bæði  í faksamansetiningini og undirvísingarháttinum. Hesar broytingarnar kunnu hava við sær, at skúlagongdin fer at fara úr sjey vikum tilsamans til 9-10 vikur.

Handilsvinnufelagið heldur, at tað er neyðugt at gera broytingar í sambandi við endauppgávuna.  Tað kemur meira enn so fyri, at handilslærlingar skriva endauppgávuna langt eftir, at skúlagongdin er endað. Endauppgávan eigur at verða gjørd í sambandi við skúlagongdina, og ikki sum nú, stutt áðrenn lærlingurin er liðugur við lærutíðina.

Einki hendir
Yrkisútbúgvingarráðið hevur í tveimum umførum latið politisku skipanini síni tilmæli, á heysti 2019 og aftur á heysti 2023. Men framvegis er einki hent. Tað var neyðugt hjá Yrkisútbúgvingarráðnum í 2023 at tríva aftur í tilmælið frá 2019 og broyta tað. Hetta komst millum annað av, at donsku útbúgvingarnar vórðu dagførdar og samsvara ikki við tær føroysku. Hetta kann hava óhepnar avleiðingar fyri handilslærlingar úr Føroyum, ið ætla til Danmarkar í skúla.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo