Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Síðsta

15. desember 2021
Til løgtingsmenn og -kvinnur

Hagafelag Føroya er sera ørkymlað av at frætta í dag, at meirilutin í fíggjarnevndini mælir løgtinginum til at játta pengar til eitt privat smápartafelag, Sp/f Jarðir, sum ætlar at seta í verk eina fráboðanarskyldu í haganum, ið felagið skal umsita, og til at menna eina app til talgilgda yvirváking av fólki, sum ynskja at njóta ein túr í náttúruni.

Í brævi til Løgtinsins Fíggjarnevnd dagfest 17.11.2021 (LM-016/2021) hevur Sp/f Jarðir sett ynski fram um, at peningur verður játtaður felagnum til at skipa fráboðanarskylduna við støði í galdandi lóggávu. Upphæddin er á kr. 500.000 í trý ár fram, ella tilsamans kr. 1.500.000.

Sp/f Jarðir hevur ta áskoðan, at fráboðanarskyldan eigur at verða umsitin av felagnum, og felagið hevur tí ætlanir um at nýta peningin til at menna og umsita eina fráboðanarskipan og til at fíggja fyrisitingarliga arbeiðið í 3 ár fram. Í brævinum til Fíggjarnevndina verður somuleiðis víst til skjal við konseptmenning av landbrúnaðarferðavinnu hjá smápartafelagnum Jarðir, har ætlanin er, at felagið saman við Sona skal menna eina app, har neyðugt er rita inn við telefonnummari fyri at boða frá um gongd í haga. Skipanin er ætlað til vanliga hagagongd, til persónar, ið ynskja at njóta ein túr í haganum og til vinnuliga ferðavinnu. Sp/f Jarðir ætlar, at fráboðnarskyldan skal skrivast inn í Girðingarlógina frá 1937.

Fráboðanarskipanin skal galda fyri øll, tað vil siga eisini vanliga føroyingin. Øll skulu boða frá í sambandi við gongd í haga, og hetta er eisini galdandi fyri vanliga hagagongd fyri persónar, sum ynskja at njóta ein túr í haganum.

Hetta er sera óunniligur lesnaður. Serliga tí at føroyingurin í ættarlið hevur havt sum siðvenju at leita sær út í hagan uttan at boða frá ella spyrja um loyvi. Ung og gomul hava notið gott av frælsu løtunum í náttúruni. Nú ætlar Jarðir at seta í verk eina fráboðanarskipan, sum fer at skerja rættindini hjá borgaranum at fara í hagan, og sum elektroniskt fer at halda eyga við øllum, sum leita sær út um bøgarðarnar.

Tað er ómetaliga hugstoytt, at meðan okkara grannalond støðugt hava ment atgongdina hjá fólkinum til náttúruna, so vilja kreftir í Føroyum ganga mótsattan veg og vilja skerja møguleikarnar og frælsið hjá okkara egnu borgarum at leita sær út í náttúruna.

Hagafelagið fer staðiliga at heita á løgtingið um at hugsa seg um eina ferð aftrat, áðrenn ein slík játtan verður samtykt. At seta í verk fráboðanarskyldu og yvirvakingarskipan verður til óbøtandi skaða fyri alt Føroya fólk og fyri komandi ættarlið. Ætlaða skrásetingarskipanin, sum Sp/f Jarðir sambært umsóknini og málslýsingini ætlar at nýta játtaða peningin til, sæst ikki at vera í tráð við, og sannlíkt heldur at vera ógvusligt brot á Dátuverndarlógina, løgtingslóg nr. 80 frá 7. juni 2020 um vernd av persónsupplýsingum.

Upplýsingarnar, sum Jarðir ætlar at skráseta, eru at rokna sum persónsdátur, og eru tí fevndar av Dátuverndarlógini. Talan er um persónsyvirváking og skráseting av upplýsingum, sum kunnu vera viðkvæmar, t.d. hvør ið er hvar og nær og saman við hvørjum osfr. Sostatt er talan um upplýsingar, sum sjálvt ein myndugleiki neyvan kann krevja og viðgera – og slettis ikki goyma.

Ætlanirnar hjá Jarðir minna ikki sørt um støðuna, tá føroyska bóndastættin í 1600-talinum kravdi, at vaktarmenninir á skansanum vórðu settir til at ansa eftir, at havnarfólk vórðu innibyrgd í og ikki sloppu at traðka út um Havnarbý, sum tá bert fevndi um Reynið1.

Vit hava síðani tíbetur flutt okkum fram á leið og eru í dag eitt framkomið samfelag. Heldur enn at skerja møguleikarnar hjá borgarunum at fara í hagan eigur løgtingið at styrkja rættindini hjá borgarunum til at vera í náttúruni – við skyldu til at fara væl um. Men ikki við fráboðanarskyldu og yvirváking. Tí verður heitt á løgtingslimir um at strika ætlaðu játtan til verkætlanina hjá Sp/f Jarðir.

Vinarliga
Nevndin í Hagafelag Føroya
Rúna Hjelm, forkvinna, Magnus Gaard, næstformaður
Óluva Zachariassen, Eyðun Húsgarð og Eydna Klakkstein Thomsen, nevndarlimir

1 Jens Pauli A. Nolsøe og Kári Jespersen. Havnarsøga.

Les eisini:

Jarðir ætlar at gera fráboðanarskipan sum øll ið fara ein túr í hagan hava skyldu at brúka

Viðmerking til kjak í løgtinginum í gjár

Hagafelagið: Strika ætlaðu játtanina til verkætlanina hjá Sp/f Jarðir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo