Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg meini, at Tórshavnar kommuna eigur at venda aftur til gamla, og havnaborgarana vegna, rættvísa grundøkisútlutanarháttin, har havnaborgarin longu frá ungum árum kundi leggja inn ynski um seinni at seta føtur undir egið borð í Tórshavnar kommunu. Soleiðis, at tá tíðin kom at seta egið búgv, var viðkomandi heldur frammalaga á bíðilistanum.

Núverandi útlutanarhátturin í Tórshavnar kommunu tænir neyvan okkara ungu borgarum, nú tey mugu dystast við øll onnur nýtilfluttu um framhaldandi at vera verandi havnaborgari.

Kommunugrundøki eiga fyrst og fremst at fella unga havnaborgaranum í lut, sum tolin hevur staðið á bíðilistanum síðani viðkomandi gjørdist myndigur.

At tosa um, at ov fá av okkara ungu, ið fara uttanlands at lesa, koma heim aftur, kundi óiva verið bøtt um her í Tórshavnar kommunu, við at ungu borgarir okkara á 18 ára føðingardegi teirra, automatiskt vórðu sett á grundøkis- og komandi, alneyðuga íbúðarlistan hjá Tórshavnar kommunu. Og skuldi hetta verið gjørt av Tórshavnar kommunu sjálvari, júst sum bankarnir gera, fyri at tekkjast ungu viðskiftafólkunum.

Okkara nýtilfluttu borgarir eru tó meira enn vælkomnir eisini at seta seg á bíðilistan hjá Tórshavnar kommunu, tá tey flyta í kommununa.

Bogi í Gil
Valevni hjá Havnar Framburðsfelag til kommunuvalið 2024 í Tórshavnar kommunu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo