Danska stjórnin hevur avgjørt, at ein støð í Grønlandi skal yvirtaka flogeftirlitið av flogførum sum flúgva yvirum Grønland frá 2031.
Danski flutningsmálaráðharrin, Trine Bramsen, sigur, at tað er eyðvitað at eftirlitið verður røkt úr Grønlandi:
- Loftrúmið yvir Grønlandi hevur stóran geopolitiskan týdning, og tað er eyðvitað, at eftirlitið verður røkt úr Grønlandi. Tað er ætlanin, at eftirlitið skal røkjast úr Grønlandi frá 2031.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo