Tú veitst, at tú eldist, tá føðingardagsljósini kosta meira enn lagkøkan
- Bob Hope

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Gøtu Kirkju Ungdómskór: Í døgunum 4-10. juli fer Gøtu Kirkju Ungdómskór á stásiliga konsertferð í Wien. Konsertferðin er stásilig, tí kórið skal nevniliga framføra í somu stásiligu konsertsalum, har árliga nýggjárskonsertin úr Wien verður framførd og sjónvarpað.

Talan verður m.a. um konsertir í víðagitnu Musikverein – Golden hall, ORF RadioKulturhaus og stásiliga Wiener Konzerthaus. Til tvær av konsertunum framførir kórið einsamalt í góðan tíma, meðan ein er saman við orkestrum og øðrum kórum.

Høvið at framføra á slíkum støðum er sera avmarkað, men av tí at kórið regluliga hevur luttikið í altjóða kórkappingum og festivalum, við sera góðum úrslitum,  síðan kórið varð stovnað í 2011, er hetta ein av orsøkunum, til at kórið í dag fær nógvar sera áhugaverdar inn- og avbjóðingar.

Í Føroyum verða 2 høvi at hoyra kórið áðrenn tey seta leiðina móti Wien. Kórið hevur 2 summarkonsertir komandi vikuskfiftið, fyrst í Sørvágs kirkju leygardagin 29. juni, kl. 17.00 og síðan í Gøtu kirkju, sunnudagin 30. juni kl. 19.00.

Til hesar konsertirnar fer kórið at framføra alla sína konsertskrá við verkum av m.ø.:  L.Fleming, C. Monteverdi, Chr. Præstholm, Z. R. Stroope, A. Dale, F. Ticheli,  W. L. Dawson, P. Christiansen, Símun Hammer,M. Hogan, L. Mason, P. Mealor A. Bruckner og Heitor Villa Lobos.

Konsertirnar hjá kórinum eru ókeypis, men høvið verður at lata eina gávu til virksemið hjá kórinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo