Leygardagin var seyðasýning í seyðahúsinum hjá Ognarhaganum, uppi á Símunarbrekku í Kvívík.
Sjey hagapartar luttóku.
Virðislønir vóru latnar til bestu veðragjólingar nr. 1, 2, og 3. Bestu hagar nr. 1, 2, og 3, besta veturgamla veðr og besta eldri veðr.
Úrslitini fyri veðragjólingar vóru hesi:
1. Eigari Øssur Andreassen, Frammi í haga
2. Eigari Monika Karstinsdóttir, Norðihagi
3. Eigari Heri Müller, Ognarhagin
Úrslitini fyri hagarnar vóru hesi:
1. Frammi í haga við 20,42 stigum í miðal
2. Ognarhagin við 18,85 stigum í miðal
3. Norðihagi við 17,98 stigum í miðal
Besta veðurgamla veðr átti Johnny Joensen, Niðristova.
Og besta av eldri veðrunum átti Tummas í Niðristovu, Niðristova.
Fyrireikararnir siga, at undirtøkan fyri tiltakinum vísir seg at blíva betri og betri. Íalt vóru 62 seyðir, 53 veðragjólingar og 9 veðrar, sýndir. Í fjør var samlaða talið 53 seyðir.
- Nógv fólk høvdu leitað sær í húsið at síggja, og tað gevur góðan hug at skipa fyri tiltakinum aftur næsta ár, siga fyrireikararnir, sum samstundis takka stuðlunum, kommununi, Føroya Bjór og Okkara.
Sýnarar vóru Esmar Sørensen, Niels Absalonsen, Rói Absalonsen og Pætur Joensen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo