Í sambandi við at Drotningin verður 80 ár, ger danska verjan eina videoheilsan til Drotningina og í tí sambandi fleyg danska tyrlan runt við Dannebrog og Merkinum.
Tað sigur Jes Hultquist frá Arktisk Kommando Føroyar, tá ið VP spyr, um orsøkina til at danska tyrlan hevur flogið runt við fløggunum hangandi niðriundir sær.
- Allar eindirnar undir verjuni hava fingið boð um at gera eina video-upptøku til føðingardagin hjá Drotningini, og at tað skuldi falla á dagin í dag hjá verjuskipinum her, kemst helst av at hetta lá best fyri nú, sigur hann.
Jes Hultquist harmast, um hendingin hevur stoytt onkran, tí tað var als ikki meiningin, sigur hann vegna Arktisk Kommando Føroyar.
Drotningin fyllir 80 ár tann 16. apríl 2020, men hevur avlýst øll tiltøk í sambandi við føðingardagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo