Fóðurflakin Hellutangi sum alifyritøkan Luna hevði liggjandi á Víkum norðantil á Vágoynni, og sum rak á land 5. apríl, verður liggjandi veturin av. Tað sigur Atli Gregersen, stjóri í Luna, við VP.
- Vit hava gjørt nógvar royndir, men ongin hevur gingið sum vit høvdu vónað, og nú hava vit tikið eitt "timeout" og fara at brúka tíðina til at hugsa um, hvørjir aðrir møguleikar kunnu troytast.
Mátin sum hevur verið brúktur til at royna at fáa fóðurflakan leysan, er at tetta skrokkin og fylla hann við luft, og síðani royna at toga hann leysan. Men royndirnar bóru ikki á mál.
Atli Gregersen sigur, at sera nógv tíð og orka er brúkt uppá Hellutanga í summar.
- Vit mugu ikki gloyma, at vit eisini hava nógvan alifisk í sjónum, sum eisini skal passast, minnir hann á.
Atli Gregersen sigur, at nógvir serfrøðingar hava verið inni í myndini, og givið góð ráð.
- Teir eru allir á einum máli um, at tað er ikki nakað løtuverk at loysa eina slíka uppgávu, so tað í sjálvum sær, at fyrsta royndin ikki gekk, sum vit ætlaðu, tað er ikki nakað óvanligt.
Ein møguleiki, sum hevur verið frammi, er at taka fóðurflakan burtur í fleiri stykkjum.
- Tað er ein av fleiri møguleikum, sum liggja á borðinum. Vit hava ikki givið upp at fáa Hellutanga burtur hagani, tað verður bara ikki í ár, sigur Atli Gregersen.
- Angrar tú at tit fóru undir at ala á Víkum?
-Nei, tað geri eg ikki. At flyta mørk er onki ókent í okkara verð, tað hava vit gjørt alla tíðina. Fyritøkan hvílir á hesum. Men sæð í bakkispeglinum er sjálvandi lætt at siga, at vit áttu at verið meira varin á Víkum.
- Hvussu nógv hevur hetta kostað tykkum?
- Tað fái eg ikki sagt nakað um, tí arbeiðið er ikki liðugt enn. Men tað hevur kostað nógv, sigur Atli Gregersen..
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo