Arvur er einasta orsøk til at føroyingar duga so væl at dividera
- Henrik Old

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tíðliga um morgunin, millum klokkan 5 og 7, og seint á kvøldi, millum klokkan 9 og 10, er ongin innanfyri skivuna, hjá Dagli' Brugsen í býnum Sengeløse har norðuri á Sælandi. Men handilin er kortini opin fyri limum. Tá teir koma til dyrnar skanna teir eina QR-kotu, dyrnar fara upp og ljósið inni tendrar.

Alt uttan rúsdrekka, tubbaksvørur og heiligvágur kunnu keypast sum vanligt. Vørurnar skulu skannast við eini appu á telefonini og gjaldast har. Alt sum hendir inni í handlinum verður tikið upp á video, og av og á verða stakroyndir verða tiknar.

Tað er Coop samtøkan sum eigur Dagli' Brugsen.

Tankin er at vaksa um søluna uttan at útreiðslurnar eisini vaksa. Og tað fer at gera tað gjørligt at hava handlar úti á fleiri smáplássum, har tað í dag ikki loysir seg, verður sagt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo