Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Eitt av skipunum hjá Marine Supply AS, Nordbjørn, á veg inn til Tromsø. Innsett er mynd av eigaranum, Erik Mathisen.

Eitt av skipunum hjá Marine Supply AS, Nordbjørn, á veg inn til Tromsø. Innsett er mynd av eigaranum, Erik Mathisen.

Tað er norska fyritøkan Marine Supply AS við heimstaði í Tromsø, sum vil vera við, at íslendska felagið Skeljungur Hf á ólógligan hátt hevur útvegað sær loynidómar við tí í hyggju at fara undir virksemi sum var beinleiðis í kapping við virksemið hjá Marine Supply.

Skeljungur skal í 2017 hava sett seg í samband við Marine Supply við ynski um samstarv, skrivar miðilin nord24.no.

Onki spurdist tó burturúr hesum, men í fjør kom undan kavi, at eitt fyrrverandi starvsfólk hjá Marine Supply, Tore Andre Gutteberg, skal hava latið Skeljungi og dóttirfelagnum Magn upplýsingar, sum skuldu brúkast til at fara undir kappingina ímóti Marine Supply.

Stevningin snýr seg um, at tey saksøktu gjøgnum alt 2019 á ólógligan hátt skulu hava útvegað sær upplýsingar, við tí endamáli at fáa hendur á einum parti av virkseminum hjá Marine Supply uttan at gjalda fyri tað.

Á einum fundi í Keypmannahavn í mars 2019 var ein ítøkilig ætlan gjørd fyri, hvussu virksemið hjá Marine Supply kundi yvirtakast, og tað skulu hava verið topparnir í Skeljungi og Magn sum skulu hava biðið um arbeiðið, skrivar nord24.no.

Sambært stevningini vóru øll tey saksøktu "... dypt involvert i urettmessig tilegnelse og bruk av Marine Supplys forretningshemmeligheter." Og høvdu ætlanirnar eydnast, høvdu tey kunna "... utradert den virksomheten Marine Supply driver, herunder overtatt selskapets kundeportefølje, med den konsekvens det ville ha fått for selskapet og dets ansatte", stendur í stevningini sambært nord24.no.

Tey saksøktu hava biðið norska rættin víst málið frá sær, tí tað er onki hald í skuldsetingunum, siga tey.

Men hesum hevur rætturin noktað fyri.

Kravið er endurgjald frá øllum teimum stevndu.

Tað kemur ikki fram í greinini, hvørjir persónar í Føroyum eru stevndir. Men ein sum verður nevndur er fyrrverandi stjórin í bæði Magn og Skeljungi, Hendrik Egholm.

Gjøgnum sakførara sín sigur Hendrik Egholm við nord24.no, at hann ongar viðmerkingar hevur. Hendrik Egholm fór frá sum stjóri í 2019.

Málið kemur fyri í  Nord-Troms og Senja tingrett 19. oktober.

Seks dagar eru settir av.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo