Faroe Music Export og G! Festivalurin siga, at Føroyar verða umboðaðar við heilum fýra listafólkum á almennu skránni hjá The Great Escape í ár. «Hetta fer tónleikavinnan í øllum Europa at varnast», sigur leiðarin í FMX, Glenn Larsen.
The Great Escape Festival er ein tríggjar-daga musikkfestivalur, sum verður fyriskipaður í Brighton í Onglandi hvørt ár í mai. MAMA-festivalar reka musikkfestivalin, ið vísir nýggjan musikk í ymsum sjangrum. Festivalurin varð skipaður í 2006 og er vertur hjá umleið 300 bólkum, býttir millum 30 pallar um allan býin.
Festivalurin dregur vinnufólk úr øllum Europa og aðrastaðni í heiminum til sín og hevur ferð eftir ferð víst seg at vera ein týðandi lopfjøl á yrkisleiðini hjá tónlistafólkum – og ikki minst: ein gyltur møguleiki at presentera seg fyri teimum størstu og týdningarmestu aktørunum, serstakliga í live-ídnaðinum. The Great Escape er kent fyri at vera ein showcasefestivalur, har aktørar kunnu finna nýggj talent, og publikum sleppur at uppliva tónlistafólk nær hjá, áðrenn tey spæla á teimum stóru pallunum kring um í heiminum.
Í tí stóra skaranum at tónlistafólkum, ið hava spælt á The Great Escape tíðliga á yrkisleiðini, eru stór nøvn um til dømis Ed Sheeran, Adele, Sigrid, Aurora, Rag´n´bone Man, John Grant, Michael Kiwanuka, Charli XCX, Mø, Bastille, Christine & The Queens, Ben Howard, Bon Iver, Mumford & Sons, Laura Marling og mong onnur.
Umframt konsertirnar verður hildin ráðstevna við innlitsríkum pallborðsfólki, aktuellum orðaskifti, høvuðsrøðarum og netverksmøguleikum í víðfevndum høpi.
Tey fýra føroysku tónlistafólkini, sum eru við her, eru:
Joe & The Shitboys
Marius Ziska
Brimheim
Kóboykex
Tey fara øll at hava í minsta lagi tvær almennar konsertir hvør á festivalinum.
Í samstarvi við med G! Festivalin verður eisini skipað fyri einum dagtíðartiltaki í føroyskum høpi. Her fara øll tey føroysku tónlistafólkini at spæla, og tiltakið er opið fyri umboðum fyri musikkvinnuna og vanligum fólki. Eisini henda konsertin er ein partur av tí almennu skránni.
Glenn Larsen, leiðari í FMX, sigur í viðmerking:
«At fáa so nógv pláss í einum so týðandi festivali sum The Great Escape er sjálvandi nakað, vit eru rættiliga fegin um. Hetta er nakað, vit hava arbeitt hart fyri at fáa í lag, og tað er ikki minst nakað, ið øll tónleikavinnan í Europa fer at leggja merki til. Nú gleða vit okkum til góðar framførslur og nørandi fundir í mai.»
Bookingstjórin í The Great Escape, Adam Ryan, er eisini eldhugaður vegna teir føroysku musikararnar:
“The Great Escape Festival is super excited to partner with FMX and G Festival. I´ve been taken back by the depth of talent, range of genres and number of applications we have received. Hopefully this partnership will provide an important stepping stone into the wider European music market for emerging artists from the Faroe Islands for many years to come.”
Meira um The Great Escape HER
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo