Fæ doyr, frændur doyggja. Eitt veit eg, sum ongantíð doyr. Minnið um dáð deyðamanna
- Hávamál

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Seinastu vikurnar hava trý sera áhugaverd tíðindi verið at frætta í miðlunum:

- Avdúking av hugskotskapping til miðbýarætlan fyri Fuglafjørð
- Umhvørvisgóðkenning til útbygging av havnarlagnum í Fuglafirði
- Byggja stórt havnarlag undir Gøtueiði til vinnuvirksemi

Hesi býarskipanarligu tíðindi eru av stórum týdningi fyri menningina av Eysturoynni. Talan er um tvær heilt ymiskar býarskipanarligar strategiir í Fuglafjarðar kommunu og Eysturkommunu: Hóast tað ikki framgongur beinleiðis í tíðindaskrivinum, leggur Fuglafjarðar kommuna upp til, at ein miðbýarætlan skal gerast, ið megnar at hýsa bæði búseting og tungum vinnulívi í sama býrúmi. Eysturkommuna hevur hinvegin valt at flyta tunga vinnulívið vestur um eið til eitt øki, har tað nervar bústaðaøkini í kommununi sum minst.

Fuglafjarðar kommuna satsar upp á framhaldandi at samantvinna bústaða- og ídnaðarøki - ein líknandi strategi, ið vit síggja á Tvøroyri. Eysturkommunu satsar hinvegin upp á at skilja bústaða- og ídnaðarøki sundur, soleiðis at bústaðarøkini ikki skulu útsetast fyri skaðavirknaðunum frá tungum ídnaði - sonevndum “negativum eksternalitetum”. Meiri langskygt er eisini ynskiligt at fáa ein tunnil millum Gøtudal og Skálafjørð, soleiðis at tunga ferðslan til Fuglafjarðar og Klaksvíkar ikki nýtist at koyra ígjøgnum Gøturnar.

Eysturkommuna hevur fatur á rætta endanum, meðan Fuglafjørður er á veg í eina blindgøtu. At staðseta tungan ídnað í bústaðaøkjum er ikki nakað, ið hoyrir nútíðini til - og als ikki framtíðini.

Sagt á annan hátt: Eysturkommuna velur rætt; Fuglafjarðar kommuna velur skeivt. Tí peikar Eysturkommuna inn í framtíðina, meðan Fuglafjarðar kommuna hongur føst í fortíðini.

Lendi er avmarkað - serliga í Fuglafirði
Vøkstur og framburður krevja útbygging. Ein kommuna noyðist tí at hava byggiøki til taks fyri at tryggja framhaldandi búskapar- og fólkatalsvøkstur. Hetta merkir tó ikki, at øll útbygging er skilagóð.

Útbygging krevur lendi, og lendi er eitt avmarkað tilfeingi. Tíverri verður hetta “rúmliga tilfeingið” mangan søplað burtur ella brúkt illa. Til dømis verða býlingar gjørdir, ið kundu rúmað munandi fleiri húsum, um onkur raðhúsaloysn varð vald ella um vegirnir vórðu gjørdir soleiðis at teir ikki tóku óneyðuga nógv pláss. Í flestu bygdum í Føroyum er eitt øgiligt lendisspill, ið er úrslit av eini sera óframkomnari býarskipan, ið fyri tað mesta hugsar í tvídimensionellum fýrkantum, heldur enn at hugsa í “rúmleika” (spatialiteti). Hetta er galdandi fyri flest allar kommunur í Føroyum, ið fara í gongd við at útstykkja uttan tankar um, hvar man so skal útstykkja um tíggju ella tjúgu ár. “Framtíðartrygd” tykist ikki at vera eitt hugtak, kommunupolitikarar kenna til, tíansheldur fleiri fyrisitingar.

Í Fuglafirði hevur kommunan nærum málað seg upp í ein krók, tí lítið er eftir at taka av. Nakað av plássi er eftir á Kambsdali, men í sjálvum Fuglafirði er lítið av lendi eftir, serliga um atlit skulu takast til at varðveita stór samanhangandi grøn og blá øki til gagns fyri borgararnar. Sama øki kann ikki brúkast tvær ferðir, og tí er alneyðugt at tryggja sær, at øki verða brúkt skynsamt og ikki verða oyðslað burtur.

Vantandi plássið í Fuglafirði er ein vansi í sær sjálvum, men harumframt verður stórur partur av býnum í dag brúktur til tungan ídnað. Eitt er, at ídnaðurin í fermetrum fyllir stóran prosentpart av býnum, men hann fyllir eisini nógv í “rúmleika” og ger seg inn á útsýnið hjá einum stórum parti av býnum. Eisini á annan hátt ger ídnaðurin seg inn á grannaøki og allan býin sum heild við sonevndum “negativum eksternalitetum”. Meiri um hetta seinni í greinini.

Fuglafjørður má velja - sumt virksemi sampakkar ikki
Illa ber til at fáa í posa og sekk, tá um býarskipan ræður.

Fyri tað fyrsta er pláss eitt sera avmarkað tilfeingi, serliga í Fuglafirði, har torført er at fáa fatur á hóskandi plássi til ymiskt virksemi. Seinastu hálvu øldina er tungur ídnaður farin avstað við tí allarbesta lendinum á eystursíðuni á fjørðinum, har besti sólargangur er, har útsýnið til flottu fjøllini gjógvarámegin er framúr og har í stóran mun eisini er stutt til miðbýin (frá FK til Á). Hetta eru snøgt sagt nøkur av bestu økjunum í kommununi, ið verða (mis)brúkt til tungan ídnað. Fuglafjørður hevur snøgt sagt søplað ein hin besta partin av bygdini burtur.

Hetta er eitt ógvusligt spill av “rúmligum tilfeingi” og er serstakliga átaluvert. Skilvíst er at leggja tungan ídnað so fjarskotnan frá bústaðaøkjum sum gjørligt - og í minsta lagi ikki beint upp at miðbýnum. Í Føroyum er nógvastaðni so mikið trongt, at tað er torført at finna hóskandi pláss til ymisku funktiónirnar, man ynskir sær - og Fuglafjørður er ein av kommununum við allarminstum plássi. Sigast kann, at politikarar og vinnulívsfólk vistu ikki betri í 20. øld - ella vildu ikki vita betri. Men nú á døgum er eingin undanførsla. Til ber ikki longur at lata sum luft og nokta at síggja samfelagsrákini, ið gera seg galdandi.

Fyri tað næsta er ikki líkamikið, hvørjar funktiónir verða staðsettar hvar. Sumt virksemi gagnar øðrum virksemi, meðan sumt virksemi skaðar annað virksemi. Sumt virksemi hevur nógvar “positivar eksternalitetir”, meðan annað virksemi hevur nógvar “negativar eksternalitetir”.

Til dømis eru handlar, barnagarðar, skúlar, grøn øki o.l. gagnlig fyri kringliggjandi bústaðaøki. Hesar funktiónir hava nógvar “positivar eksternalitetir”, ið geva bústøðunum eitt eyka virði umframt tað eginvirði, teir hava.

Hinvegin er tungi ídnaðurin í Fuglafirði eitt dømi um virksemi við nógvum “negativum eksternalitetum”, m.a. lukti, larmi og tungari ferðslu. Fuglafjørður er tiltikin fyri at lukta illa, og hóast fastbúgvandi fuglfirðingar lutvíst gerast immunir fyri hesum, merkja tilflytarar og vitjandi hetta sera meint. Ringi lukturin er sostatt ikki bert ein ítøkiligur negativur eksternalitetur, men eisini “symbolskt negativur”. Dálkingin í Fuglafirði er - umframt sjálva dálkingina - eitt sera negativt symbol fyri Fuglafjørð, nakað, ið setir býin í ringt ljós. Onnur viðurskifti kunnu draga upp á “symbolsku kontuni”, t.d. eitt lutfalsliga ríkt mentanarliv. Um Fuglafjørður ikki var lastaður av stórum negativum eksternalitetum, hvussu frálíkt stað hevði býurin tá ikki verið? Frá natúrunnar hond er Fuglafjørður jú ein sonn perla.

Gøtufólk raðfesta positivar eksternalitetur
Hevði á yngrum árum nógv við táverandi Gøtu kommunu at gera. Minnist enn so væl, tá Andrias Petersen sáli segði: “Hví skulu vit gera íløgur í stórar havnir her í Gøtu, tá vit kunnu hava okkara skip liggjandi í Fuglafirði og á Skálafjørðinum?” Víðari segði hann: “Á hendan hátt fáa vit ágóðan av íløgunum í grannakommununum, men nýtast ikki at hava tunga vinnu upp at okkum.” Síðani hava m.a. gøtufólk eisini lagt tungan ídnað á Tvøroyri - virksemi teir ikki kundu droymt um at havt í Gøtu. Men desperat tvørafólk lata seg glaðbeint kolonisera av kapitaleigarunum úr Gøtu - til stóran skaða fyri fólkið, ið býr har. Gøtufólk kundu ikki droymt um at leggja tungan ídnað í sínum egna bakgarð. “Not in my back yard” (NIMBY)  er hugburðurin, og í staðin verður nú farið inn á Skálafjørðin við dálkandi virksemi.

Gøtufólk hava knekkað koduna. Teir kunnu liva í friði og náðum í sínum vakra nærumhvørvi og tjena pengar upp á ídnað í øðrum kommunum ella fjarskotnum støðum sum undir Gøtueiði ella Hagaleiti. Samstundis er Syðrugøta í dag bygdin við størsta PhD-tættleikanum; einki minni enn ein miðstaður í føroyska vitanarsamfelagnum. At bygdin harumframt hevur G!-festivalin, er eitt eyka ískoyti til ímyndina av Syðrugøtu. Gøtufólk hava skilt, at vitan og mentan eru gull verd.

Stríðið um framhaldsdeildina í økinum er eitt dømi um hetta. At fáa skúlar og vitanarstovnar til kommununa er sera gagnligt, tí slíkt virksemi spælir væl saman við kringumhvørvið. Tað skapar nógvar synergiir bæði funktionelt og rúmliga. Harumframt skal ikki gloymast, at tað er júst í hesum aldri, at ungfólk menna sín samleika, og tað hevur avbera stóran týdning fyri framtíðina hjá eini kommunu, at tað er møguligt at knýta positiv bond í nærumhvørvinum.   

Gøtumaðurin og býráðslimurin Hjalti Dalheim hevur orðað tað soleiðis: “Vit eru 2.300 borgarar í dag og ynskja at blíva 3.000 og kanska 4.000 um nøkur ár. Eiga vit ikki at vera framsøkin og stremba eftir at fáa framhaldsdeildina til Eysturkommunu?” (Eysturkommuna og framhaldsdeild, Eysturportalurin, 21. mars 2024)

Málið um framhaldsdeildina er dømi um, at tey í Eysturkommunu hava visiónir um at satsa upp á menning av vitan, heldur enn sum í Fuglafirði at hugsa “tilfeingi fyrst, íbúgvar síðani”. Í Eysturkommunu hava tey skilt, at fremsta aktiv hjá kommununi er fólkið, ið býr har. Tað er íbúgvatalið í sær sjálvum, ið ger eina kommunu føra fyri at hava ymiskar tænastur. Í Eysturkommunu er stórur fólkavøkstur, men í Fuglafirði stendur fólkatalið mest sum í staði. Hetta fer við tíðini at hava ta beinleiðis ávirkan, at Fuglafjørður missir tænastur, býurin áður hevur havt. Fuglafjørður er í løtuni í beinleiðis vanda fyri “avtænastugerð”, samstundis sum kommunan framhaldandi verður “ídnaðargjørd”. Samfelagsmenningin gongur skeivan veg.

Tað er tíð upp á, at Fuglafjørður av álvara byrjar at satsa upp á at gerast eitt vitanarsamfelag, bæði vinnuliga og búsetingarliga. Neyðugt er at fáa vitanartungt vinnulív til kommununa og harumframt at gera Fuglafjørð attraktivan hjá høgt útbúnum fólki - m.a. við nógvum lestraríbúðum í býnum. Í 1990’unum varð nakað gjørt við at menna miðnámsumhvørvið á Kambsdali, og hetta aktiv átti at verið gagnnýtt nógv meiri miðvíst, enn vit hava sæð higartil. Tað er ómetaliga syrgiligt, at skilagóða sporið, ið varð lagt í 1990’unum nú er við at fara undir heilt.

Fuglafjørður má gerast eitt vitanarsamfelag
Yvirskipaði trupulleikin hjá Fuglafirði er sporbundni (path-dependency). Meðan samfelagið rundan um við sjeymílafetum flytir seg frá ídnaðarsamfelag til vitanarsamfelagi, heldur Fuglafjørður fast í at menna tungan ídnað. Sum nevnt fyrr í greinini er hetta ein ítøkiligur “rúmligur trupulleiki”, men harumframt er hetta við til at forða fyri transformatiónini av Fuglafirði frá ídnaðarbýi til vitanarbý.

Jú longri Fuglafjørður heldur fram eftir ídnaðarsporinum, tess longri tíð vil tað taka, áðrenn Fuglafjørður kemur inn á ynskiliga vitanarsporið. Hetta kunnu gerast til fleiri “mist áratíggju”, har býurin “mennir seg aftureftir”, heldur enn at flyta seg inn í framtíðina. Harumframt vil ein økt ídnaðargerð gera tað truplari at staðseta nýggjar funktiónir, ið hoyra vitanarsamfelagnum til. Eitt er, at øki í sær sjálvum verða upptikin, men harumframt er ídnaðurin við til at devaluera Fuglafjørð sum “býarrúm”, tvs. vil gera tað minni attraktivt at staðseta vitanarlig arbeiðspláss í býnum. Eisini symbolskt er tað ein stórur trupulleiki at vera ein ídnaðarbýur í einum vitanarsamfelagi. Fuglafjørður endar í sama symbolska flóri sum Tvøroyri, og tað er ein ógvuslig symbolsk devaluering. Fuglafjørður og Tvøroyri “flyta niður” í ídnaðardeildina - fyri at brúka ein fótbóltsmetafor - meðan Eysturkommuna kappast í vitanardeildini.   

Eg eri fult greiður yvir, at nógvir politikarar kenna hetta sum ein vátan vøtt. Tit vilja sjálvandi bara tað besta, men tit skilja ikki, at tit gera Fuglafirði eina stóra bjarnatænastu við framhaldandi at loyva útbygging av tungum ídnaði.

Tit, ið sita við valdinum í Fuglafjarðar kommunu í dag, vóru ung í 60’unum, 70’unum, 80’unum og inn í 90’ini - tvs. tá ídnaðarsamfelagið framvegis var í velmaktini. Hetta hevur sum vera man myndað tykkara samfelagfsfatan og tykkara samfelagsideal. Men tit mugu skilja, at ungdómurin nú á døgum hevur nøkur fullkomiliga øðrvísi virði enn tit høvdu. Ungfólk nú á døgum seta nøkur heilt onnur krøv til nærsamfelagið.

Sum heild kann sigast, at nýggja ættarliðið hugsar meiri “grønt”. Og halda tit, at virðisbroytingarnar hava verið skjótar frá seinnu helvt av 20. øld fram til nú, ímyndið tykkum so hvussu ógvusliga samfelagið fer at broytast tey komandi áratíggjuni. Hvussu verða virðini hjá teimum, ið verða fødd nú? Hvat fara tey í 2050 at hugsa um tað, ið undanfarnir politikarar gjørdu í býráðnum í 2024?

Avídnaðargerðin av Fuglafirði má byrja sum skjótast
Avídnaðargerð hendir ikki eftir einum degi. Framdar eru dýrar íløgur, ið mugu geva eitt avkast. Hesum slepst ikki undan. Men jú fyrr prinsipiella avgerðin um avídnaðargerð verður tikin, tess betri.

Tá tað er so trongligt er neyðugt at byrja at ríva gamlar bygningar niður. Summir eru varðveitingarverdir, men aðrir eru í sera ringum standi og áttu tí at latið plássið til nýggjar bygningar, ið eru nútíðarhóskandi og framtíðarhóskandi. Fuglafjarðar kommuna átti beinleiðis at gjørt ein lista yvir hvørjar bygningar man ynskir at fáa niðurtiknar og hvat fyri funktiónir kundu veri staðsettar har í staðin.

Ein háttur at byrja avídnaðargerðina av Fuglafirði kundi verið at tikið innastu partarnar av býnum til bústaða- og tænastuvinnuøki. Í fyrstu syftu “norður” til og við Arbeiðsmannafelagshúsini og við tíðini longur “norð”.

Hetta økið kundi verið ment sum eitt “blátt øki”, eins og tænastufunktiónir og íbúðarbygging kundu verið staðsett her.

Hinumegin fjørðin er eitt gamalt ídnaðarøki, ið eisini kundi verið brúkt til bústaðabygging. At endurreisa hetta økið sum ídnaðarøki vildi verið púra burtur við, tí tað skapar stóra eyka ferðslu gjøgnum Gjógvará, ið um nakað er ein býlingur við idylliskum potentiali - við sandi, áarósa, hugnaligum býarumhvørvi og lítlari gjøgnukoyring. Eisini eigur at verða gjørt nakað fyri at minka um ídnaðarferðsluna gjøgnum Fuglafjørð sum heild. Krav eiga at setast til, at tilfeingið í størstan mun kemur til virkini sjóvegis og at framleiddu vørurnar eisini verða avskipaðar sjóvegis.

Fuglafjørður er ein sera lítil kommuna í vavi, og hevur tí ikki ráð til at søpla síni byggiøki burtur til hvat sum helst. Neyðugt er at fáa sum mest burtur úr, og tá er eisini neyðugt at hugsa um at fáa til vega so nógvar “positivar eksternalitetir” sum gjørligt og minka mest møguligt um “negativar eksternalitetir”. Hetta merkir, at:

- Fuglafjarðar kommuna má prioritera hvat virksemi skal staðsetast í kommununi og ikki. Virksemi við nógvum “negativum eksternalitetum” má avmarkast mest møguligt”.

- Fuglafjarðar kommuna má staðseta hesi virksemi, soleiðis at virksemi við “negativum eksternalitetum” verður staðsett so langt burtur sum gjørligt og virksemi við “positivum eksternalitetum” hinvegin verður staðsett so miðskeiðis sum gjørligt.

- Fuglafjarðar kommuna má útvelja hvørji grøn og blá øki skulu varðveitast og sostatt ikki brúkast sum byggilendi.

Í víðari perspektivi verður neyðugt at sleppa undan, at kommunumørk avgera staðseting av tungum ídnaði. Hendan støðan ger, at alt ov nógv ídnaðarøki eru og at flestu teirra tískil eru sera illa staðsett. Neyðugt er at kommunur samstarva um hvar ídnaðarøki skulu vera, samstundis sum talið á ídnaðarøkjum verður minkað. Á hendan hátt verður tungur ídnaður savnaður á fáum støðum og fær sostatt færri skaðaárin á kringliggjandi samfelagið.

Vinarliga,
Sámal Matras Kristiansen,
Samfelagsfrøðingur við sergrein í býarskipan

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo