Á teim nógvu orðunum skalt tú kenna dáran
- Orðtøk Salomons

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Í orðum og blaðgreinum, serliga áðrenn val, letst Sambandsflokkurin at vera bæði bláur og borgarligur, men hetta valskeiðið eru gerðir floksins líka reyðar sum hjá verandi vinstrahallu, liberalistisku samgongu, sum Sambandsflokkurin nú fleiri ferðir hevur bjargað undan at kollsigla.

“Eg hoyri ikki, hvat tú sigur, tá ið eg síggi tað, sum tú gert!” Soleiðis ljóðar eitt kent altjóða orðafelli, og tíverri mugu vit í dag staðfesta, at hetta er vorðið nakað, sum mangir borgarligir veljarar siga um Sambandsflokkin.

Til seinasta løgtingsval førdi flokkurin seg fram sum bæði bláan og borgarligan, men síðani hava gerðirnar hjá sama flokki á Føroya Løgtingi í óvanliga stóran mun verið eyðkendar av heilt øðrum politiskum litum, bæði í mun til privatu vinnuna, privata ognarrættin og mín sann eisini á etiska økinum.

Tað løgna er hent við Sambandsflokkinum, at hann sær tað sum sítt fremsta endamál at bjarga málum hjá vinstrahalla Høgna Hoydal og hansara samsintu í verandi landsstýrissamgongu.

Sambandsveljarar hoyrast nú siga, at tað er hugstoytt at síggja, hvussu Sambandsflokkurin seinastu vikurnar hevur brúkt alla orku uppá at hjálpa Høgna Hoydal at fáa sítt sosialistiska lógaruppskot um “gongd í haga” ígjøgnum løgtingið.

Jú, víst verjir Sambandið seg við, at broytingar eru gjørdar í uppskotinum, men tað álvarsama og sera prinsippiella í hesum málinum er, at ein flokkur, hvørs veljarar so at siga allir eru høgravendir, í hesum máli hevur arbeitt hart fyri og síðan samtykt, at allir jarðareigarar og -festarar hava mist sín rætt at ráða yvir egnari ogn.

Hetta er sera álvarsamt, tí sum kunnugt sigur sjálv grundlógin, at “ejendomsretten er ukrænkelig”, og nú hevur tann borgarligi Sambandsflokkurin, sum saman við Fólkaflokkinum eigur at vera verjan hjá júst hesum virðum, fullkomuliga vent hesum týðandi og grundleggjandi prinsippum bakið!

Eitt er at gerast liberalistiskur, men haðani og so at leypa á sjálvan ognarrættin hjá teimum hundraðtals jarðareigarum kring landið – tað er fullkomuliga óhoyrt fyri ein borgarligan flokk at gera.

Her vísti Magnus Rasmussen seg sum tann einasta borgarliga hugsandi tinglimin hjá Sambandsflokkinum og atkvøddi ímóti uppskotinum saman við einum sameindum Fólkaflokki.

Ein sambandsveljari, sum hevur ættarrøtur inn í kjarnuna av Sambandsflokkinum var týðiliga vónsvikin av hesi gerð floksins, nú hann bjargaði lógaruppskotinum hjá Høgna Hoydal ígjøgnum løgtingið.

Hesin er bert ein av mongum sambandsveljarum, sum í dag standa undrandi og spyrjandi, nú teirra flokkur hugsjónarliga hevur skift ham og er farin úr bláa búnanum, sum hann pyntaði seg við til seinasta val.

Ein annar flokkur, sum pyntar seg við høgravendum fjaðrum, er Framsókn, men har verður veljarin ikki snýttur á sama hátt sum av Sambandsflokkinum, tí øll vita, at motivasjónin fyri stovnanini av Framsókn er uppreistur ímóti Fólkaflokkinum.

Tí veit veljarin, at Framsókn søkir felagsskap við vinstrahallar, reyðar flokkar, har hann finnur samsintar, sum heldur ikki orka fyri borgarligu kósini, sum m.a. verjir tann av grundlógini friðhalgaða ognarrættin.

Sambandsflokkurin er hinvegin nógv vandameiri, tí hann førir seg fram sum ein høgravendan flokk, og hann fær tí atkvøðuna frá fleiri túsund veljarum við høgravendum, bláum og borgarligum hugsjónum.

Eitt annað mál, sum er líka so undrunarvert fyri ein flokk, ið førir seg fram sum borgarligan, er atferð Sambandsfloksins í málinum um fríari fosturtøku.

Her var tað faktiskt ein tilvildarlig tíð hjá lækna hjá einum av tinglimum floksins sama dag, sum tingfundurin var, ið forðaði fyri, at Sambandsflokkurin enn einaferð útmerkaði seg við at bjarga samgonguni – hesaferð í einum etiskum máli.

Samstundis sum álvarsamt hugsandi persónar í Framsókn og í Javnaðarflokkinum ikki vildu spæla við í harða rákinum fyri fríari fosturtøku heilt fram til tólvtu viku, so var tann borgarligi Sambandsflokkurin aftur klárur við ágangandi orðingum frá fleiri av tinglimunum at bjarga enn einum av flaggmálunum hjá hesi samgonguni.

Eitt er at gerast liberalistiskur, men haðani og so at fara aktivistiskt inn fyri at bjarga einum umstríddum etiskum uppskoti hjá einari sosialistiskari stjórn – tað er eisini fullkomuliga óhoyrt fyri ein borgarligan flokk at gera.

Tað er eftirhondini vorðið reglan heldur enn undantakið, at Sambandsflokkurin stendur tilreiðar at lofta og bjarga støðuni, hvørja ferð núverandi reyða landsstýrissamgonga rennur seg í trupulleikar.

Hetta hevur Sambandsflokkurin gjørt í sambandi við tøkugjøld til alivinnuna, hetta hevur hann gjørt við at bjarga uppskotinum hjá Høgna Hoydal um at taka ognarrættindi frá jarðareigarum, og hetta hevur Sambandsflokkurin eisini gjørt í málinum um fríari fosturtøku fram til 12. viku.

Oddafiskarnir í Sambandsflokkinum royna at verja seg og siga, at teir gera broytingar í uppskotunum hjá hesum landsstýrinum, men tíverri er tað ikki tað, sum eyðkennir tey uppskotini, sum Sambandið hevur roynt at bjargað fyri reyðu samgonguna. Eitt nú hava jarðareigarar og -festarar við aktivu hjálp Sambandsfloksins mist síni grundlógartryggjaðu rættindi til frítt at ráða yvir egnari ogn, og hevði Kaj Leo ikki havt eina tíð hjá lækna tann dagin, so var málið um fríari fosturtøku fram til 12. viku eisini samtykt við hjálp Sambandsfloksins – og her uttan nakra sum helst broyting av uppskotinum frá Sambandsfloksins síðu.

Soleiðis hevur hesin áður so blái, borgarligi og stabili flokkur skift kós burtur frá at vera eitt blátt alternativ saman við Fólkaflokkinum til ístaðin ferð eftir ferð at bjarga núverandi reyðu stjórnini undan at kollsigla.

Eftir stendur spurningurin, um tann borgarligi sambandsveljarin fer at kenna seg tryggan við at velja flokkin til komandi løgtingsval, tí sum nú er verður hansara atkvøða brúkt sum skrástívari hjá eini vinstrahallari stjórn.

Líkt er til, at Fólkaflokkurin er blivin tað einasta veruliga og trygga borgarliga alternativið, sum tann borgarligi veljarin kann vera tryggur við, tí har veit hann, hvat hann fær, bæði áðrenn og eftir eitt løgtingsval.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo