Lít fult og fast á at tú kanst, so er málið longu hálvrokkið
- Teddy Roosevelt

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Dartsambandið: Føroyska dart-landsliðið setti í morgun kósina móti Íslandi, har norðurlandameistara-kappingin í dart verður hildin hesa vikuna. Nordic-cup, sum kappingin vanliga verður nevnd, er á skránni annaðhvørt ár. Í 2022 var kappingin í Svøríki, og tað var fyrstu ferð í nýggjari tíð, at føroyska landsliðið tók lut í kappingini.

Kappingin í ár er í Reykjavík og dystir eru á skránni hósdagin, fríggjadagin og leygardagin. Spælt verður bæði í einmansleiki, tvímansleiki, umframt liðdystirnar, har 4 leikarar eru á hvørjum liði. Í ferðalagnum eru tvey lið hjá monnum. Ætlanin var eisini, at eitt lið við kvinnum skuldi fara við til kappingina; men skaðar, barnsburðarfarloyvi og okkurt avboð í síðstu løtu gjørdu, at kvinnuliðið var tikið úr kappingini.

Tá hetta vikuskiftið er farið afturum, skulu vit hava funnið norðurlendskar meistarar bæði í einmansleiki, tvímansleiki, liðkapping og ein samlaðan vinnara fyri alla kappingina. Trupult er at meta um møguleikarnar hjá okkara leikarum, tí nógvir góðir leikarar eru á hinum liðunum. Finnland hevur sterkar leikarar á mannfólkasíðuni, men Finland er ikki við hesaferð. Svenska landsliðið er greiður favorittur. Danmark og Noreg hava gjørt stórar útskiftingar í teirra hópum seinasta árið og vit kenna ikki allar teirra leikarar so væl.

Føroysku menninir kláraðu í 2022 at vinna seg fram um Ísland samanlagt, og tá fingu Uni Árting og Jan McIntosh eisini bronsu í tvímansleiki. So tað er við spenningi, at lagt verður til brots hósmorgunin við dystunum í tvímansleiki.

Til ber at fylgja við øllum dystunum á tv.dartconnect.com og fleiri av dystunum verða eisini stroymdir á dart.is/nordic-cup-2024-live-streams/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo