Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

KVF: Nýggj stór miðlakanning hjá Fróðskaparsetrinum vísir, at føroyingar hava álit á upplýsingunum, sum koma frá KvF. Hetta eiga vit at fegnast um, tí álit styrkir savningarmegina í føroyska samfelagnum, heldur kringvarpsstjórin.

KvF hoyrist og sæst av øllum føroyingum. Tí er tað umráðandi fyri stovnin, at føroyingar hava álit á upplýsingunum, sum koma frá KvF. Nýggja kanningin vísir, at 77 prosent av øllum føroyingum hava antin stórt ella nokk so stórt álit á KvF.

“Tølini eru jalig, tí óheftir miðlar eru ein hornasteinur undir fólkaræðinum. Álit á miðlunum stimbrar bæði fólkaræðisliga orðaskiftið og savningarmegina í føroyska samfelagnum”, sigur kringvarpsstjórin, Ivan Hentze Niclasen.

Stórt álit á public service-stovnum
Tað er Heini í Skorini, Ph.D. og adjunktur á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, sum hevur staðið fyri kanningini saman við greiningarfyritøkuni Lóður. Hann vísir á, at álitið á KvF tykist vera líka stórt sum álitið á public service-stovnum í okkara grannalondum, og at álitið á almennum kringvørpum í miðal er størri enn álitið á privatum miðlum. Hinvegin vantar okkum skipaða gransking um miðlaálit og miðlaatferð í Føroyum, og tí hava vit brúk fyri fleiri kanningum.

“Tað er eisini áhugavert at síggja, at álit og miðlanýtsla ikki altíð fylgjast at. Summi, sum siga seg hava lítið álit á KvF, brúka kortini KvF dagliga”, sigur Heini í Skorini.

Lítið álit á sosialum miðlum
Hinvegin er lítið álit á sosialum miðlum, hóast Facebook er toppskjútti, tá spurt verður, hvønn miðil fólk oftast brúka. Altjóða miðlakanningar vísa eisini, at eitt vaksandi tal av fólki nýtir sosialar miðlar sum sín fremsta tíðindabera. Føroyingar eru sera virknir á eitt nú Facebook. Sambært kanningini hjá Fróðskaparsetrinum hava føroyingar tó als ikki álit á upplýsingum, sum koma frá Facebook.

“Facebook kann hava sínar fyrimunir, men fólk duga væl at skilja ímillum upplýsingar í óheftum professionellum miðlum og upplýsingar á sosialu miðlapallunum hjá altjóða tøknirisum, og tað er gott fyri fólkaræðið”, heldur Ivan Hentze Niclasen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo