Um tú leitar eftir tí fullkomna, verður tú ongantíð nøgdur
- Leo Tolstoy

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. SS-011/2023 eftir § 53 í Tingskipanini frá Anniku Olsen, løgtingskvinnu, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, um Bolognatilgongdina.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu langt er arbeiðið komið við at fáa Føroyar við í Bolognadeklaratiónina?

2. Nær kann væntast, at Føroyar endaliga verða fevndar av Bolognadeklaratiónini?

Svar
Til 1
: Í mong ár hevur politiskt ynski verið um, at Føroyar gerast partur av Bolognatilgongdini, og heilt frá byrjan hevur tað verið arbeitt, so ella so, við at nærkast teimum málum, sum eru sett í tilgongdini. Seinastu árini eru fleiri stór og týðandi tøk tikin á leiðini, men fyri at kunna geva eina støðulýsing av, hvar Føroyar eru í hesum málinum, er neyðugt at býta hetta upp í tveir partar:

1. Tað, sum snýr seg um at fylgja Bolognatilgongdini, og

2. tað, sum snýr seg um at gerast partur av Bolognaavtaluni.

Um Bolognatilgongdina
Fyri at byrja við Bolognatilgongdini (Bologna Process), so kann sigast, at Fróðskaparsetur Føroya formliga er væl við, tá tað kemur til at fylgja ásetingunum í Bolognatilgongdini.

Útbúgvingarnar eru skipaðar í samsvari við Bolognatilgongdina við bachelor-, master- og ph.d.-útbúgvingum, og útbúgvingarnar eru eisini lýstar í ECTS-námsstigum. Hetta er gjørt innan fyri tey tilmældu mørkini, sum eru fyri slíkar útbúgvingar. Somuleiðis verða øll prógv á øllum útbúgvingum á Setrinum latin við einum fylgiskjali, einum sokallaðum Diploma Supplement, sum greiðir frá útbúgving og innihaldi á ein slíkan hátt, sum er í samsvari við Bolognatilgongdina.

Í 2021 varð ein metingarbólkur av uttanhýsis serfrøðingum settur at eftirmeta Setrið, og á jólum 2022 varð eftirmetingin handað Barna- og útbúgvingarmálaráðnum. Hetta var aðru ferð, at Fróðskaparsetrið var ígjøgnum eina uttanhýsis eftirmeting. Eins og í 2013 – 2014 varð metingin gjørd við menning fyri eyga, men ein týðandi munur hesaferð var tó, at eftirmetingin sjálv tók útgangsstøði í European Standards and Guidelines (ESG), sum eru standardarnar fyri, hvussu góðska verður tryggjað í europeiska økinum fyri hægri útbúgving (EHEA/ “Bolognalondunum”). At útgangsstøðið er tikið í ESG merkir, at sjálv metingin kann samanberast við eina formliga akkreditering, hóast eftirmetingin ikki varð gjørd av einum formliga góðkendum akkrediteringsstovni.

ESG fevnir um tríggjar partar; innanhýsis góðskutrygging, uttanhýsis góðskutrygging og góðskutryggingarstovnar ella “quality assurance agencies”. Í hesum sambandi kann nevnast, at Setrið síðan eftirmetingina hevur gjørt eitt stórt arbeiði, tá tað ræður um innanhýsis góðskutrygging, tí her eru stór tøk tikin fyri hvørt av undirpunktunum í ESG 1, sum fevnir um innanhýsis góðskutrygging.

Stigini, sum tikin eru, snúgva seg m.a.. um dagføring og skipan av innanhýsis mannagongdum og skipan av regluligum innanhýsis eftirmetingum við meira.

Í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum hevur verið arbeitt við einum nationalum førleikakarmi, sum bæði er í samsvari við tann evropeiska førleikakarmin fyri lívlanga læru (EQF) og tann evropeiska førleikakarmin fyri hægri útbúgvingar (QF-EHEA), sum er tann, vit kenna frá Bolognatilgongdini.

Lógaruppskotið, sum heimilar førleikakarmin er avgreitt frá Barna- og útbúgvingarmálaráðsins síðu og verður nú lagt fyri Løgtingið.

Sostatt kann sigast, at Føroyar eru komnar rættiliga langt á leið í arbeiðinum um at nærkast Bolognatilgongdini, tá tað kemur til Fróðskaparsetrið, og heldur Setrið fram á somu kós, er tað einans ein spurningur um tíð, áðrenn komið er á mál við innanhýsis góðskutryggingini.

Bolognatilgongdin er tó meira enn bert universitetsútbúgvingar, tí hon yvirskipað fevnir um allar útbúgvingar, sum eru at rokna sum hægri útbúgvingar. Tí er eisini neyðugt at leggja upp fyri tær útbúgvingar, sum vit í dag bjóða, og sum eru at rokna sum hægri útbúgvingar, men sum ikki verða veittar á Setrinum. Her kann nevnast, at ein arbeiðsbólkur er í ferð við at gera eitt tilmæli um hægri yrkisrættaðar útbúgvingar, har hetta eisini verður lýst samsvarandi Bolognatilgongdini, og hvussu best kann farast fram við teimum yrkisrættaðu útbúgvingunum. Arbeiðsbólkurin er mannaður við umboðum frá Hægri Námi á Glasi, Vinnuháskúlanum, Fróðskaparsetri Føroya,
Undirvísingarstýrinum og Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.

Hóast Fróðskaparsetur Føroya er komið væl á leið við at seta í verk ESG 1, so tørvar Barna- og útbúgvingarmálaráðnum at loysa ivamálið um ESG 2, sum snýr seg um uttanhýsis góðskutrygging, og ESG 3 um góðskutryggingarstovnar. Her skulu vit greiða, hvussu hægri útbúgvingar í Føroyum skulu góðskutryggjast, og hvussu hetta verður lagt í fasta legu.

Um talan var um eitt størri land við fleiri universitetum, var tað møguliga ein gongd leið at skipa ein føroyskan akkrediteringsstovn, sum tók sær av at eftirmeta universitetini. Men av tí, at vit einans hava eitt universitet, ber ikki til at uppbyggja ein haldgóðan góðskutryggingarførleika av hesum slagi í Føroyum. Tí skal greiði fáast á, um avtalur kunnu gerast við grannalondini um at nýta teirra skipanir, ella um tað møguliga ber til at ímynda sær felags akkrediteringsstovnar tvørtur um landamørk, ella um tað er skilabest at brúka ein privatan akkrediteringsstovn, sum hevur royndir við akkreditering í samsvari við ESG.

Um Bolognaavtaluna
Tá tað kemur til Bolognaavtaluna (Bologna Declaration), so er talan um eina yvirlýsing, har londini binda seg til at fylgja tí gongdini, sum verður løgd á tí útbúgvingarpolitiska økinum fyri hægri útbúgvingar. Tað er sostatt ikki eitt krav, at øll Bolognatilgongdin skal vera sett í verk, áðrenn farið verður eftir at gerast partur av avtaluni.

Tá eitt land formliga skal undirskriva Bolognaavtaluna, verður ein neyv og tíðaravmarkað ætlan løgd fyri, hvussu Bolognatilgongdin verður sett í verk í landinum. Henda ætlanin verður fylgd av einum fylgibólki við serfrøðingum á økinum.

Fylgibólkurin tryggjar, at arbeiðið verður gjørt eftir ætlan og til tíðina, samstundis sum hann vegleiðir og gevur afturmeldingar í gongdini. Her kann t.d. nevnast, at Føroyar í dag eru komnar longri fram á leið, enn San Marino var, tá tey undirritaðu Bolognaavtaluna í 2020.

Men fyri yvirhøvur at kunna gerast partur av Bolognaavtaluni er tað ein fortreyt, at eitt land frammanundan er fevnt av tveimum øðrum avtalum, ávikavist tí evropeisku mentanarkonventiónini (European Cultural Convention) frá 1954 og Lissabonkonventiónini (Lisbon Recognition Convention) frá 1997.

Føroyar eru, umvegis Danmark, fevndar av tí evropeisku mentanarkonventiónini, tí at umveldisfyrivarni ikki varð tikið, tá ið konventiónin varð lýst galdandi fyri Danmark í 1957.

Hinvegin, so varð umveldisfyrivarni tikið í 2003, tá Danmark lýsti Lissabonkonventiónina. Tað vil siga, at í núverandi støðu er bert onnur av konventiónunum galdandi í Føroyum, sum harvið merkir, at Føroyar ikki hava fortreytirnar at undirskriva Bolognaavtaluna enn.

Fyri at kunna gerast partur av Bolognaavtaluni er sostatt avgerandi, at Føroyar fyrst vera fevndar av Lissabonavtaluni. Hetta er eitt arbeiði, sum krevur fyrireiking og fígging, tí við Lissabonavtaluni fylgir eisini, at eitt sokallað ENIC/NARIC-kontór verður stovnað, sum kann taka sær av viðurskiftum, sum hava við viðurkenning av prógvum at gera. Møguliga kann hetta gerast saman við fyrireikingunum til Erasmus+, ið eisini krevur eitt kontór av hesum slagi.

Til 2: Spurningurin um, hvussu long tíð líður, áðrenn Føroyar verða fevndar av Bolognaavtaluni, hongur saman við, hvussu frammalaga politiska skipanin vil raðfesta hetta økið. Í løtuni arbeiðir Barna- og útbúgvingarmálaráðið við málinum, men verður hetta gjørt við verandi arbeiðsorku, kann tað væntast at taka rúma tíð. Er hinvegin politiskur vilji til at raðfesta hetta málið fremri, kann tað ganga rættiliga skjótt.

Mett verður, at skjótasta leiðin fram móti Bolognaavtaluni er, at Føroyar fyrst gerast fevndar av Lissabonavtaluni, sum treytar, at eitt ENIC/NARIC-kontór verður stovnað. Hetta krevur fígging upp á í minsta lagi eitt ársverk. Tá hetta er gjørt, ber til at fara eftir sjálvari Bolognaavtaluni.

Um avgjørt verður at undirskriva Bolognaavtaluna, verður áðurnevnda skipanin virkin, har ein fylgibólkur kemur at fylgja íverksetanini av Bolognatilgongdini í Føroyum. Hetta fer at krevja, at fleiri starvsfólk koma at arbeiða við teimum málum, sum fylgibólkurin setur.

Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo