Fæ doyr, frændur doyggja. Eitt veit eg, sum ongantíð doyr. Minnið um dáð deyðamanna
- Hávamál

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

RD Group: Superstjørnurnar Markus og Martinus koma til Føroya at hava konsert í Høllini á Hálsi 28. septembur 2024, kl 19.00.

Markus og Martinus eru møguliga størsta pop-duo í Scandinavia. Teir eru báðir 21 ár, tvíburar og koma frá Norra. Teir blivu kendir, tá teir vunnu barna melodi grand prix í 2012 og hava síðan tá vunnið hjørtu kring heimin.

Tvíburarnir báðir eru vaksnir upp í einari musikalskari familju, og byrjaðu teir í barnakóri sum 4 ára gamlir. Tað var í samband við eina familjuferð í Thailandi, at tað bleiv lagt merki til teirra serligu evni innan tónleikin, tá ein framførsla var á hotellinum har familjan búði á ferðini. Tónleikarin sum hevði framførsluna, spurdi millum áskoðararnar, um nakar hevði hug at koma niðan á pallin at syngja. Tá vóru Markus og Martinus kvikir, fóru upp á pallin og tvær stjørnur vórðu skaptar. Millum áhoyrararnir sat norskur tónleikari, ið eggjaði dreingjunum at melda seg til barna melodi grand prix í Norra – eisini kent sum MGP.

Sum bert 10 ára gamlir skrivaðu Markus og Martinus sangin ‘To dråber vann’ og stillaðu upp í MGP. Teir gjørdu ikki mætari enn at vinna, og so byrjaði teirra tónleikaferð, ið hevur koyrt við fullari ferð líka síðan. Seinast hava vit sæð teir í Melodi Grand Prix finaluni í mai í ár, har teir stillaðu upp fyri Svøríki.

Teir hava gjøgnum tíðina hitað upp fyri heimsstjørnuna Jason Derulo, hava selt út stór konsertstøð uppá fáar minuttir og framført til ‘The Nobel Prize’. Sangur teirra Elektrisk er tann mest stroymdi norski sangurin nakrantíð og hevur hetta ført við sær, at teir hava fjepparar kring allan heim - bæði børn, ung og vaksin. Teir hava hava seinastu 10 árini verið á konsertferð kring alt Europa og nú koma teir til Føroya, í Høllina á Hálsi 28.septembur 2024. Tað verður stórt, og vænta fyriskiparirnir fulla høll til tiltakið. 

Atgongumerki verða sett til sølu fyri serprís í eitt døgn, fyri 350kr tann 13. juni kl 11:00 á www.ebillett.fo, so tað ræður um at gera skjótt av. 

Eftir hetta hækkar prísurin uppá 450 kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo