Arvur er einasta orsøk til at føroyingar duga so væl at dividera
- Henrik Old

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: Um vikuskiftið leika føroysku A-landsliðini í flogbólti 6 dystir. Mennirnir tríggjar í Føroyum og kvinnurnar tríggjar í Íslandi. Talan er um fyrireiking til Silver League kappingina sum stendur fyri durum.

Flogbóltssamband Føroya og Íslendska flogbóltssambandi - BLÍ - hava gjørt eina samstarvsavtalu, soleiðis at londini hjálp hvørjum øðrum við fyrireikingunum til Europa League kappingarnar komandi árini. Í hesum sambandi kemur íslendska landsliði hjá monnum til Føroyar í morgin - fríggjadagin - at leika tríggjar dystir ímóti føroyska mannslandsliðnum. Samstundis fer føroyska kvinnulandsliði til Íslands at leika tríggjar dystir ímóti Íslandi.

Dystirnir hjá føroyska landsliðnum hjá monnum verða soleiðis:

Fríggjadagin 10. mai kl. 19.00 í Kollafirði

Leygardagin 11. mai kl. 15.00 á Sandi

Sunnudagin 12. mai kl. 13.00 í Klaksvík

Venjarin hjá monnum, Boban Ilic, hevur ein 16 mans hóp kláran til dystirnar ímóti Íslandi og skal hesin avmarkast til 12 mans áðrenn farið verður undir veruligu Europa League kappingina, har Føroya luttaka í Silver League.

Venjarin hjá kvinnunum, Christian Imhoff, hevur somuleiðis ein nakað størri hóp enn vanligt við sær til Íslands. Hesin hópurin verður so í næstu viku avmarkaður til teir 12 leikararnar, sum fer at umboða Føroyar í Silver League dystunum.

Sjálv Silver League kappingin byrjar næsta vikuskifti. 

Føroysku kvinnurnar leika tveir dystir í Montenegro, síðani tveir dystir í Luksembourg og enda heima í Føroyum við tveimum dystrum.

Føroysku mennirnri leika fyrst tveir dystir í Íslandi. Síðani verða tveir dystir leiktir í Føroyum og síðstu dystirnir veðra í Eysturríki.

Leikt verður soleiðsi:

Kvinnurnar:
Í Podgorica í Montenegro:
17. mai: Montenegro - Føroyar
18. mei: Føroyar - Georgia

Í Luksembourg:
24. mai: Luksembourg - Føroyar
25. mai: Føroyar - Ungarn

Í høllini á Hálsi í Havn:
7. juni: Føroyar - Finnland
9. juni: Føroyar - Bosnia og Hersegovina

Mennirnir:
Í Kópavági í Íslandi:
17. mai: Ísland - Føroyar
18. mai: Føroyar - Ísrael

Í høllini á Hálsi í Havn:
24. mai: Føroyar - Ísland
26. mai: Føroyar - Eysturríki

Í Amstetten í Eysturríki:
7. juni: Eysturríki - Føroyar
8. juni: Ísrael - Føroyar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo