Trúgv ger øll ting møgulig - kærleiki allar gerðir lættar
- Dwight L. Moody

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mentan

Filmsfelagið: Vanliga verður sagt, at ultimativi, ella best hugsandi filmur, er tann, ið ikki verður órógvaður av teksti og orðum, men burturav er eitt myndaligt listaverk. Ein tílíkur filmur er Gondola úr Georgia, sum Filmsfelagið sýnir mikudagin.

Tað er ein jarðarferð, ið fær ungu kvinnuna at leita aftur til heimbygdina, sum er í einum vøkrum dali. Men næstrafólkini hjá tí deyðu eru ikki fegin um vitjanina, og hon verður ikki boðin at gista hjá teimum. Allar hurðar og gluggar verða latan aftur fyri henni.

Í eini roynd at klára seg sjálva, har hon nú er, tekur hon við einum starvi sum gondolførari í einum rennivogni, sum nógv brúka at ferðast við í lítla vakra dalinum.

Her hittir hon ein unga kvinnu, sum eisini er gondolførari.

Rennistrongurin førir tær oman og niðan í gróðarríka dalinum, og sum frálíður verða ferðirnar sum ein romantiskur dansur millum tær báðar ungu kvinnurnar.

Men ovasti maskinførarin, sum í loyndum er forelskaður í eini kvinnuni, uppdagar romansuna, ið hevur tikið seg upp millum tær báðar. Hetta skal steðgast og sum maður roynir hann at forða sprettandi kærleikanum millum kvinnurnar.

Georgiski filmurin Gondola er ein sniðfundigur, orðaleysur og ógvuliga sjarmerandi filmur, sum minnir um magisku realismuna í filmum hjá Emir Kusturica og Jean-Pierre Jeunet.

Filmsfelagið: 4/9 kl 20:00 GONDOLA (Veit Helmer Georgia 2023 82 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo