Á teim nógvu orðunum skalt tú kenna dáran
- Orðtøk Salomons

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Mikudagin 29. mai vísir Filmsfelagið ein nýggjan virðisløntan film úr Jordan, sum viðger arvarætt, tá einkjan situr eftir við eini dóttir.

Jordanski filmurin, Inshallah ein drongur, ið vann tvær virðislønir í Cannes og varð almenna Oscaruppskotið, sigur okkum spennandi harmasøguna um eina braneggjaða kvinnu, sum av øllum alvi stríðist fyri dóttrini og sær sjálvari í einum samfelag, ið er skapt av monnum og bara er fyri menn.

Umframt at dragast við sorgina, tá maðurin bráddliga doyr, noyðist einkjan, Nawal (Mouna Hawa), at stríðast móti jordanskum arvarætti. Hon skal rinda skuldina hjá manninum, og kann missa bæði hús, hon sjálv hevur goldið, og allan arvin. Tí uttan ein son, og arving av kallkyni, fella húsini til svágin, ið samstundis fær rættin yvir dóttrini, Noru.

Ørkymlað og í villareiði finnur Nawal uppá at siga í rættinum, at hon er uppá vegin.

Vónin um, at tað er ein drongur, skal vinna henni tíð at berjast móti patriarkalska rættarsamfelagnum í Jordan.

Eitt tilætlað væl, sum kastar hana út í ein óforútsigiligan dyst móti løgskipanini, nú hon sjálv hevur tikið lagnuna í egnar hendur.

Tí er heitið á filminum Inshallah ein drongur, um Gud vil, ein drongur.

Heimsins elsta filmstíðarrit, Variety, skrivar um nýggja jordanska filmin: ”A gripping social drama about systemic oppression that morphs into a masterful thriller”.

Screen Inernational skrivar: ”A refreshing take on complex family dynamics. Mouna Hawa’s sincere and gutsy performance will win audience favour”.

Filmsfelagið 29/5 kl 20:00 Inshallah ein drongur (Inshallah walad, Amjad Al Rasheed, Jordan 2023 113 min).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo