Lít fult og fast á at tú kanst, so er málið longu hálvrokkið
- Teddy Roosevelt

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroyski hópurin saman við venjarum og leiðarum, ið farnu dagarnar hevur verið til UEFA menningarkapping í Moldova - Mynd: Jógvan Páll Joensen

Føroyski hópurin saman við venjarum og leiðarum, ið farnu dagarnar hevur verið til UEFA menningarkapping í Moldova - Mynd: Jógvan Páll Joensen

Føroyski hópurin saman við venjarum og leiðarum, ið farnu dagarnar hevur verið til UEFA menningarkapping í Moldova - Mynd: Jógvan Páll Joensen

FSF: 1-5 fyri Moldova, og síðani 1-3 fyri bæði Litava og Rumenia gjørdist úrtøkan hjá føroyska U17-landsliðnum við gentum, sum seinastu dagarnar hevur tikið lut í UEFA menningarkapping í Moldova.

Føroysku málskjúttarnir vóru Kára Sigurðsson, ið skoraði tvey, og Sara Benjaminsen.

– Vit fingu ein frammaná í fyrsta dystinum. Vit vóru illa skipaðar, samstundis sum Moldova fekk alt ov løtt mál. Í øðrum dystinum reistu vit okkum, og vóru munandi betri skipaðar og fyrireikaðar, samstundis sum okkara gentur arbeiddu hart móti einum góðum litaviskum liði.

– Seinasti dysturin í kappingini varð spældur í nógvum hita, men aftur hesaferð stríddust okkara gentur ómetaliga væl, og avrikið var nøktandi. Sum heild var hetta ein lærurík kapping, har vit fluttu okkum rætta vegin fyri hvønn dyst, sigur landsliðsvenjarin, Eyðvør Jacobsen við heimasíðuna hjá FSF.

Næst á skránni hjá U17 gentunum er Baltic Cup, sum verður í Estlandi um mánaðarskifti juni-juli, og síðani er EM-undankapping á skránni í heyst.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo