Ger tína skyldu og krev tín rætt. Í hasi raðfylgjuni!
- Mette Frederiksen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FBF/Silvurligan, kvinnur: Føroyar - Luksemborg 0-3 (21-25, 17-25, 17-25)

Vónin var at endurtaka bragdið fyri 12 árum síðan, tá Føroyar vunnu 3-0 á Luksemborg í Luksemborg, men soleiðis skuldi ikki verða.

Fyrsta settið var eitt sindur løgið. Føroyar fingu fína byrjan og løgdu seg á odda 6-3, men taptu so næst níggju bóltarnar, so støðan gjørdist 6-12. Men knotur eru tó í teimum føroysku kvinnunum, og við átta stigum á rað fóru Føroyar framumaftur 14-12. Støðan gjørdist eisini 18-15 til okkara, men so kom stígur í, og við fimm stigum á rað fór Luksemborg framum 20-18 og megnaði at halda seg frammanfyri og vinna settið 25-21.

Í øðrum setti fór Luksemborg skjótt framum við fýra stigum og við seks á rað frá 10-8 skrædnaði rættiliga millum liðini, og Luksemborg legði seg á odda 16-8, áðrenn settið varð vunnið 25-17.

Tað sá einki serligt út, tá Luksemborg legði seg á odda 6-2 og 8-4 í triðja setti, men spenningur kom í aftur, tá Føroyar javnaðu til 10-10. Føroyar hingu í til 17-19, tá kinkur kom á, og við seks stigum á rað vann Luksemborg settið 25-17 og dystin 3-0.

Hjá Føroyum var Hanna Andriasdóttir Olsen toppskorari við 10 stigum. Johanna Bjørt Christiansdóttir fekk sjey, harav eitt var fyri serviess, og Henrikka Wang Jacobsen fekk seks.

Leygardagin kl. 17 spæla Føroyar ímóti Ungarn, sum er væl sterkari enn Føroyar og Luksemborg. Eisini tann dysturin verður í spældur í Luksemborg

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo