Hjartaleysur er hann, sum ber hjarta sítt uttan á bringuni
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tann 16. august fyllir systir okkara, Elsa Maria Holm Olsen, 60 ár. Elsa Maria er elsta systir okkara og er dóttir Marnu Signy Olsen og Jákup Olsen. Elsa Maria varð fødd í 1964, árið eftir, at foreldur okkara vóru heimkomin til Føroya eftir loknan lestur á læraraseminarinum á Nr. Nisssum í Danmark. Elsa Maria var einabarna í heili 7 ár, áðrenn Martin Karl bróður varð føddur og lítla systur Annika, sum varð fødd 11 ár eftir. I 1994 varð Elsa Maria gift við Bjørn Krog, og eiga tey dóttrina, Bjørk Mariu, sum er gift við Bjørn Kunoy.

At vera einabarn í 7 ár hevur uttan iva sett síni spor í barnaárunum í Vági. Einabarn við tveimum virkisfýsnum foreldrum, sum høvdu nógv jørn í eldinum, slapp Elsa Maria ikki undan at hjálpa til við tí,  sum var at takast við, um tað var at hoyggja ella geva seyðunum, og ikki var tað so løgið, at hon fekk eykanavnið, “drongurin hjá pabba”.

Hesi fyrstu barnaárini í  Vági hava eisini merkt Elsa Mariu nógv. Hon  var umgyrd av nógvum kærleiksfullum fólkum, Miu ommuni og Karl abbanum á vendiplássinum og Elsu ommuni og Alfred abbanum vesturi í Bø, og harafturat uppald av tveimum virkisfýsnum foreldrum, sum altíð hava verið henni ein trúgvur og hollur stuðul, og sum altíð hava eggjað henni at seta sær greið mál og klára seg sjálva sum kvinna.

Sum lítil smágentu segði hon, at hon  vildi vera handilskona, um tað var slíkkariíð hjá “Dadduni” ella niðri hjá “Ellu Dahl”, sum trekti, ella tað var tað áhugaverda at selja, skulu vit lata vera ósagt, men at hon seinni bleiv sølukvinna,  man lítil ivi vera um. Við hennara alski fyri góðskuvørum, serliga mati og víni og sans fyri teimum menniskjum, hon skuldi selja hetta til, bleiv tað hennara skjaldrarmerki tey seinni árini. Hetta koma vit inn á seinni

Tá  Elsa Maria  var liðug við 10. flokk í Vágs skúla fór hon til Havnar á Studentaskúla. Àðrenn hetta hevði hon møtt manni sínum,  Bjørn Krog (Bjydn)  sum var komin  úr Kalundborg til Vágs sum spælandi venjari  at spæla við VB. Skjótt fekk Elsa Maria eyga á hendan vakra danan, og tey gjørdust góð. Trúfastur fylgdi Bjørn við til Havnar, har  hann spældi við HB. Bjørn hevur verið systur okkara tann allarbesti stuðulin og hjálpin í øllum lívsins viðurskiftum.

Í 1984 gjørdist Elsa Maria student, og lá  ikki sjóvarfallið av sær, men fór beina kós til Odense universitet at lesa, og í 1991 fekk hon prógv sum cand. mag í Norrønum sum høvuðsgrein og mentanarfatan sum hjágrein. Henni so líkt og trúføst móti Føroyum og tí føroyska jørðildi, hon var uppvaksin við,  skrivaði hon høvuðsritgerð um skaldið Poul F, sum var fyrsta stóra føroyska ritgerðin um skaldið  Poul F. Fyri hesa ritgerð fekk hon besta úrmælið og hægsta karakter. 

Samstundis sum høvuðsritgerð varð skrivað fingu  Elsa Maria og Bjørn, einkardótturina, Bjørk Mariu, sum nú er gift við Bjørn Kunoy. Hjúnini Bjørk og Bjørn hava ríkað lívið hjá Elsa Mariu og Bjørn við 3 deiligum ommu- og abbabørnum, Norðan , Orku og Tjóð, sum fylla nærum alt í lívinum hjá Elsa Mariu og Bjørn. Eins og Elsa Maria sjálv er uppald og ment av okkara foreldrum, hava Elsa Maria og Bjørn lagt somu virðir niður í Bjørk, sum fyri uttan at vera mamma at 3 deiligum børnum longu hevur lagt nógvar varðar eftir seg, bæði sum juristur, rithøvundur, ákæri og forkvinna í Javnstøðunevndini.

Tað hevur altíð verið hjartarúm, har sum Elsa Maria hevur verið, og familjan hevur alt at siga fyri hana.  Hóast Bjørk just varð fødd,  og Elsa Maria og Bjørn búðu  í lítlari íbúð á Dianavænget eftir lestrartíðina, so var eisini rúm fyri lítlu systur, Anniku, sum varð flutt niður til teirra fyri at svimja við OSLF.

Leingi var Elsa Maria heldur ikki í barsilsfarloyvi,  tí boð vóru skjótt eftir henni at koma at undirvísa á Søndersø Gymnasium í donskum, og síðan á  handilsskúlanum  í Odense,  “Tietgenskúlanum”. Her fekk Elsa Maria skjótt leiðsluábyrgd av at menna altjóða deildina á skúlanum og at standa fyri Erasmus skipanini, sum er ein evropæisk skipan fyri skiftisnæmingar.

Men hugurin og alskurin fyri heimlandinum var altíð har, og tá møguleikin fyri at gerast skúlastjóri á handisskúlanum á Kambsdali var har, søkti Elsa Maria starvið og  fekk tað. Ì árunum meðan Elsa Maria var skúlastjóri á Kambsdali var Bjørn lærari á Studentaskúlanum har, og búðu tey hesi árini í  Leirvík. Her hava tey mong góð minnir við teirra vinfólkum, Yngva og Irenu Lava Olsen, sum tey møttu undir lestrarárunum í Odense. Tey eru í dag nærum blivin ein partur av familjuni.

Skúlaverkið og tað at menna føroyska skúlan, bæði tá tað kemur til miðnám, og hægri lestur hevur verið hjartabarnið hjá Elsa Mariu, og kom Elsa Maria eisini at standa fyri diplomútbúgvingunum á Handilsskúlanum í Havn. Aðalmálið hjá Elsa Mariu hevur altíð verið, at føroyska skúlaverkið skuldi lyftast uppá eitt altjóða støði, at vit ikki skuldu standa aftanfyri onnur lond, men at útbúgving er lykilin til at menna føroyska samfelagið.

Elsa Maria  hevur hjartað á rætta stað og ans fyri tí einstaka menniskjanum á skúlunum, hon hevur starvast á.

Elsa Maria er humanist í orðsins rætta týdningi, og  Elsa Maria lat ongan student við studentahúgvu ganga forbí uttan,  at hann og hon blivu heilsað persónliga av henni. Teir høvdu gingið á tí skúla, sum hon hevði verið leiðari á, og kendi hon tí  hvønn næming, sum hon var so sera góð við.  Elsa Maria var tí eisini sera væl dámd ímillum næmingar og starvsfelagar, eisini tey síðstu árni,  tá hon starvaðist sum útbúgvingarleiðari á Glasi.

Fyri uttan at menna føroyska skúlaverkið, so er Elsa Maria tann føddi íverksetin, altíð í gongd við nýggj hugskot og gongur nýggjar leiðir. Út yvir alskin til føroyska skúlaverkið hava Elsa Maria og Bjørn havt serliga áhuga fyri mati og víni.  Elsa Maria og Bjørn settu sær fyri, langt áðrenn Føroyar vóru blivið eitt ferðamál, og  langt áðrenn Koks og menningin av føroysku matmentanini sá dagsins ljós, at Føroyar skuldu setast á altjóða heimskortið. Vit kunnu siga, at tey vóru pionerar handan føroyska matlist,  har  Føroyar  skuldu seljast sum ferðamannaland ígjøgnum fantastisku ráðvørurnar.

Tey fingu samband við fleiri av heimsins kendastu kokkum, m.a.  master chef kokkin, Jock Zonfrillo  úr Australia,  sum tey fingu  at koma til Føroyar. Tað var í hesum sambandi, at  Discovery kom til Føroyar fyri at gera sending um, hvussu føroyingar  liva av og við náttúruni,  og hvussu fantastiska góðar rávørur Føroyar hava. Jock  fylgdi Elsa Mariu og Bjørn kring landið, og her bleiv føroyska  rávøran latin í nýggjan ham.

Sendingin varð send kring allan heimin og fleiri mió. hyggjarar sóu sendingina, sum harvið setti Føroyar á heimskortið.  Saman við matgerðini hevur áhugin og kennskapurin til gott vín havt teirra áhuga, og  hava Elsa Maria og Bjørn  ferðast til teir kendastu víngarðarnar í Evropa. Hennara kennskapur til vín hevur tí  eisini sett síni spor á Rúsdrekkasølu Landsins, har hon var stjóri í 6 ár.

Tá Elsa Maria sum smágenta vildi vera handilskona, so síggja vit besta dømi um tað í Víngarðinum, sum tey eiga og reka í dag.  Víngarðurin er  ein lítil og hugnalig matstova í Tróndargøtu,  har góð list, gott vín og góður matur renna saman í eina hægri eind. Hóast listin er framúr, vínið sera gott og maturin góður, so er tað tó blíðskapurin hjá Elsa Mariu og Bjørn og teirra ans við einari góðari tænastu til tey vitjandi, sum altíð kenna seg væl í teirra samveru, sum ber staðið av øllum.

Vit vilja við hesum fáu orðum takka systur okkara fyri alt tað,  hon er fyri okkum. Altíð hevur hon verið okkum systkjum ein stórur persónligur stuðul og hjálp, um tað er at hjálpa til tey mongu valstríðini ígjøgnum árini, hjálpt til á Mølini í Skálavík ella hjálpt og sparrað við sínari fakligu vitan  og royndum, sum ikki kann ikki virðismetast nóg nógv. Somuleiðis takk fyri stríðið og tey tøk tú hevur tikið og teir varðar tú hevur sett, ikki minst føroyska skúlaverkinum at frama, og vit hava uttan iva ikki frætt tað síðsta frá tær.

Hjartaliga til lukku við teimum 60 árunum.

Systkini, Martin Karl og Annika Olsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo