Á teim nógvu orðunum skalt tú kenna dáran
- Orðtøk Salomons

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Stóð á Vaglinum sunnudagin til at stuðla Ísrael og gíslunum, tá ‘fonin ringdi.

Ein vinmaður segði, at ein iransk tyrla var horvin við 8 ‘tungum dreingjum’ í.

Fyrsta hugsan: Hevur okkara Gud, Ísrael ella bæði ein fingur við í døttinum?

Dagin eftir váttaði prestastýrið, at forsetin og starvsfelagi Hoydals vóru deyðir.

Ebrahim Raisi og uttanríkisráðharrin Amir-Abdollahaini eru ikki til meir.

Raisi stuðuli dyggiliga Hamas og Hezbollah at drepa jødar og beina fyri Ísrael.

Tað gav honum gevur øllum jødahatarum eitt felags mál at stríðast fyri.

Sorgin at missa 2 striðsfelgar man níva Elisu Vang og Elina á Løgmansbø.

Islamskir drápsmenn í Gaza og Libanon munu eisini syrgja Raisi so sáran.

Raisi sendi 3-400 rakettir eftir Ísrael, harav 99% vórðu skotnar niður!

‘Komiska’ Elisa og Elin Sólvør í Tinganesi
Týsdagin fóru Elisa og Elin Sólvør, Hamas-fjepparar, út í Tinganes til Hoydal.

Umframt Sjúrð Skaale er Elisa Vang einasti ‘stand-up komikari’ í Føroyum.

Sjúrður kann væl vera hvat sum helst politiskt, og Elisa kann læra av honum.

Vit vita minni um Elina Sólvør, men hon var væl mælt við Hoydal í D&V.

Báðar kunnu helst gera politiska kvinnukarrieru her, men als ikki í Gaza.

Tí islamar vanvirða kvinnur, serliga vesturlendsk groyggj, fjant og femin(az)istar.

Hesar eru líka ísrael-hatskar sum Hamas, Hezbollah og prestastýrið hjá Raisi.

Allir anti-semitar hava sama mál: Latið Iran, Hamas og Hezbollah týna Ísrael.

Tær hava skavað botnin eftir 1000 krutlum at spilla vinalag Ísraels og Føroya

Tær og hini 998 mugu eisini roknast at vera partafólk hjá Ebrahim Raisi.

Teir fávitskutu óvitarnir vaktu næstan samkenslu í fylgi við Hamas-bridunum.

Hesa ferð hevði Hoydal tó lært frá Biden tað politiskt dupultspælið í Miðeystri.

Sosialistiska revskinnið í USA ber kappan á báðum økslum móti Ísrael.

Men Netanyahu biður nú Biden renna og hoppa. Ísrael basir sjálvt Hamas.

Hví kallast Raisi ‘slátrari’
Raisi fekk síðst í 1980-unum tað illa gitna eyknevnið ‘Slaktarin í Tehran’.

Ivaleyst nógvar snúningar, tí bert 20 ára gamal varð hann Koran-løgfrøðingur.

Koran-lógirnar snúgva seg m.a. um at hata og drepa jødar, kristin og onnur.

Eisini áleggja tær deyðarevsing m.a. fyri samkynd og ótrúgvar giftar konur.

Khomeini Ayatollah trúarovasti setti Raisi sum ríkisákæra bert 25 ára gamlan.

Hann fekk heiðurin at vera varaforseti í landsins ovasta ‘Deyðs Dómstóli.’

Heitið ‘slaktari’ fekk Raisi longu í 1980-unum sum blóðtystur trúarfanatikari.

Hann hevur dømt um 30.000 politiskar andstøðingar til deyða síðan tá.

Tey ákærdu vórðu avhoyrd um 20 min, og dømd vórðu tey avrættað straks.

Síðan Raisi bleiv ríkisákæri og so forseti hevur hann avrættað fleiri 100 árliga.

Elisa og Elin Sólvør hjá Hamas
Raisi hevur til henda dag staðið á odda fyri iranska moralpolitinum.

Teir taka, revsa (og drepa) kvinnur, ið ganga úti við berum tjúkkum og hári.

‘Komiska’ Elisa og Elin Ásvør høvdu verið gramsaðar av grommum gubbum.

Eittans ein hørð nátt hevði lært tær, hvussu Hamas ber seg at móti kvinnum.

Snaraðar mjadnar, seriuneyðtøkur, brotnar kokur og avskorin bróst.

Bakbundin foreldur, fyrst blindað, so ovnsteikt børn og síðst avbrend hús.

Slíkt gera tykkara mansfyrimyndir við kvinnur í Gaza og fotomynda pínslurnar.

Elin og Elisa mugu vera líka bláoygdar og býttar, sum bøðlarnir eru bannsettir.  

Frá ‘slátrara’ til forseta
Í Iran ber til at klatra upp eftir rangstiganum frá drápsmanni til forseta.

Ebrahim Raisi fekk stuðul frá Khamenei Ayatollah til forsetavalið í 2021.

Men tá var prestastýrið í Tehran so illa umtókt, at valluttøkan var bert 8%!

Í fjør beyð ST Iran (90 mió fólk) formansessin í nevndini fyri mannarættindi!

Landið hevur verið fátækt og veikt av hørðum altjóða sanktiónum síðan 1979.

Tó hevur Iran síðan Khomeini verið heimsins størsti og virknasti terrorstatur.

Muslimurin Obama ógildaði nógv boykott og loyvdi Iran at útvega sær A-vápn.

Trump táttaði lykkjuna aftur, men longu í 2021 loysti Biden Iran úr høftunum.

Tað gav Iran høvi at selja fyri mia $ í olju dagliga at menna sína vápnamegi.

Serliga Kina og India, men eisini ES umvegis, hava keypt bíliga iranska olju.

Iran hevur síðan 2005 fíggjað og alvápnað Hamas og Hezbollah til kríggj.
 
72 ungmoyggjar ella 72 ára ‘gammeljomfrú’
Raisi og Amar fingu tyrludeyðan sum uppiborið eftir sítt egna blóðsølkaða lív.

‘Teir, ið taka til svørð, skulu falla fyri svørði,’ segði hin alvísi Jesus.

Raisi og islamsku skutilsveinarnir vóru drápsmenn og nú ‘pínslaváttar’ Allahs.

Koranin lovar sínum terroristum  72 ungmoyggjar í løn fyri sor og morð.

(Onkur heldur tað vera misskilt, og at teir fáa eina 72 ára ‘gammeljomfru’).

Ná, men Allah fekk sunnudagin 2 drápsmenn aftrat til at spæla sjavs í helv....

Teir kunnu skiftast at spæla kort við Bin Laden, Gaddafi og Saddam.

Kortini eru vónandi so heit, at teir mugu brúka aspesthandskar.

Tá er meiri svalligt at fara frá kortborðinum niður í køstin aftur at lempa lort.

Elisa og Elin svíkja muslimskar kvinnur
Um nakað vet av viti ella vitan var í Elisu og Elini, góvu tær Hoydal hesi boð:

“Ákær Iran, Hamas, Hezbollah inn fyri tað korrupta, Ísrael- og jødahatska ST”

“Skuldset øll muslimsk ST-limalond fyri kúgan av og andstygd fyri kvinnum.”

Men nei. Femin(az)istar hava aldri enn funnist at Islam fyri tess kvinnukúgan.

Kvinnupolitikkur er mest sosialsma - ikki floksbundin, men ein rótikassi til vinstru.

ST fordømir árliga demokratiska Ísrael oftari enn øll hini londini tilsamans.

Ísrael tryggjar javnstøðu fyri jødar/arabar, kvinnur/menn, hins- og samkynd.

Israel hevur havt fleiriflokka demokratisk val 4 ferðir (10 flokkar) farnu 8 árini.

Ísrael gav Gaza fult sjálvstýri í 2005, og Hamas hevur havt harðræði síðan tá.

Fatah bert havt 1 val í 18 ár á Vestara Áarbakka. Abbas ræður á 17. ári av 4!

Millum Hamas-fjepparar og  jødahatar vestanfyri ræður ein bannsett fáviska.

‘Allahu akbar’ siga Elisa Vang og Elin Sólvør á Løgmansbø.

Vit siga sum Halgabók: ‘Signið Ísrael og biðið um frið yvir Jerusalem’.

Shalom.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo