Viðhvørt er tøgn besta svarið
- Dalai Lama

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í greinarøð um viðurskifti hjá tilflytarum í Føroyum verður sjóneykan í dag sett á leiklutin, sum danskt mál hevur og altíð hevur havt í Føroyum.

- Í dag er júst hetta vandamálið um danskt vorðið eitt tabu, sigur Petra Olsen, ið er ein av fýra, sum úttala seg í nýggjastu greinini.

Petra tekur støði hjá granskaranum Björn Hagström, tá hann í 1984 segði ”The burden of bilingualism is borne almost entirely by the Faroese mother-tongue group, while the Danes can always expect to be adressed in their own language in all situations of intergroup communication.”

- Tað væntast av tilflytarum úr londum uttanfyri Norðurlond, at teir læra seg føroyskt, um teir skulu búgva í Føroyum. Men ein dani kann búgva alt lívið í Føroyum, uttan at tosa ella skriva føroyskt,” sigur Petra, og nevnir eina røð av dømum úr ritgerðini, ”Danskt sum annaðmál í Føroyum - avbjóðing hjá tilflytarum uttanfyri Norðurlond?”, sum hon hevur gjørt í sambandi við lestur.

Petra hevur undirvíst tilflytarum í Kvøldskúlanum í Havn og er lærari í føroyskum sum annaðmál.

- Vit, ið eru vaksin upp við tvímæli, geva okkum ikki far um hetta, vit kenna ikki til annað, men hetta er ein avbjóðing fyri tilflytarar. Tilflytarin skal fyrihalda seg til samskifti á annaðmáli, sum er føroyskt, og síðani á “triðjamáli”, sum er danskt, og harafturat samskiftið, sum skiftir ímillum annaðmál og “triðjamál”, t.v.s. har tann eini parturin tosar føroyskt og hin danskt. Hetta er rættiliga torført.

- Fleiri teirra siga frá, at tey hava trupult við at samskifta við persónar, ið tosa danskt, og tey kunnu heldur ikki vera partur av einum felags samskifti, t.d. við starvsfelagar, ella skilja eina samtalu, t.d. í útvarpi, sum danskt er partur av, tí tey skilja ikki danska partin av samskiftinum. Tað at kunna samskifta og skilja, hvat gongur fyri seg rundan um ein, hevur nógv at siga, um ein skal kenna seg heima í einum bólki.

- Sigast kann, at bólkurin ”Tilflytarar uttanfyri Norðurlond” er skilmarkaður til ikki at hoyra undir bólkin ”Føroyskir tvímælingar”. Og tað, at tey ikki eru partur av hesum bólkinum ger, at tey eisini eru sosialt útihýst frá rættiliga nógvum øðrum størri og smærri bólkum í samfelagnum.

- Tað, at føroyingurin ikki er tilvitaður um “The burden of bilingualism”, ger, at tað er uppaftur torførari hjá tilflytaranum at lyfta hesa byrðu. Sigast kann, at hetta er steinur oman á byrðu hjá tilflytaranum.

- Man væntar, at tilflytarin skal læra seg føroyskt, og vera virkin í føroyska samfelagnum. Men føroyskt er bara fyrsta stigið á leiðini, tí fyri at ”vera við”, og luttaka á jøvnum føti við føroyingar, er í rættiliga nógvum førum neyðugt at duga, ella í hvussu er skilja, danskt,” sigur Petra Olsen.

Her ber til at lesa alla greinina á heimasíðuni hjá Nordisk Netværk for Voksenlæring, har greinin er útgivin á donskum: TRÝST HER

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo