Tú veitst, at tú eldist, tá føðingardagsljósini kosta meira enn lagkøkan
- Bob Hope

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin fer at regna, hann minkar vindin og fer upp í norðan ella útnyrðing, hitin um 10-12 stig.

Týsdagin verður ættin mest útsynningur men tó bert eitt lítið lot, hitin um 10-12 stig.

Mikudagin er ættin blivin landsynningur, lot til frískan vind, meira samdrigið men tó mest turt og hitin um 12 stig ella nakað lýggjari har ættin er góð.

Hósdagin lot av landsynningi, onkur æl tíðliga á degnum, annars sólglottar og hitin um 12 stig.

Fríggjadagin frískari vindur, ættin verður nú útsynningur, sól ein stóran part av degnum men eisini okkurt regnæl og hitin um 19 stig.

Næsta vikuskifti verður fyrst lágætt við regni, síðani eysturætt við sól.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo