Politisku valfeløgini í Vágum og Norðoyggjum skipa fyri almennum fundi á Giljanesi miikukvøldið 30. mars klokkan 19, nú bummpeningurin hevur goldið Tunnilin um Vestmannasund niður.
Samært lógini um Fast Samband um Vestmannasund skal Tunnilin handast landinum seinni í ár. Røddir hava tó í seinastuni verið frammi um at bróta gjørda avtalu og áleggja tveimum vegum í Føroyum bummgjald. Tað verður ikki góðtikið av okkum, ið hava hildið okkara part av avtaluni, skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi.
Uni Danielsen, stjóri í pf Vágatunnilin leggur fyri.
Síðani fara Marner og Eyðdis, sum umboða tey mongu, ið hava búsett seg í Vágum, tí gjaldið skuldi burtur, at greiða frá.
Anfinn Kallsberg táverandi løgmaður, Jørgen Niclasen, Magni Laksafoss, Ingolf S Olsen, Bjørn á Heygum,løgfrøðingur, Jan Johannesen búskaparfrøðingur og onnur luttaka eisini.
Landstýrismaðurin Hendrik Old er boðin við.
Holgar Jacobsen syngur og høvi verður at fáa ein drekkamunn, siga fyrireikararnir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo