Á teim nógvu orðunum skalt tú kenna dáran
- Orðtøk Salomons

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Í gjár, 22. mai, fylti mentamaðurin Eilif Samuelsen, fyrrverandi lærari, tingmaður og landsstýrismaður 90 ár.

Henda sama dag hevði bygdarmaður hansara Frits Johannesen, sáli, fylt 80 ár. Akkurát tíggju ár vóru millum hesar báðar mentanarkempur úr Fuglafirði.

Hóast farin um kappaaldur og væl tað situr Eilif Samuelsen hvønn dag uppi á loftinum í sethúsunum undir Varða, við góðum útsýni inn á Skálafjørðin, og týðir útlendskar bókmentir til føroyskt.

Tað er ikki smávegis, ið hann hevur lagt úr hondum í so máta. Í heyst fekk Eilif Heiðursgávu landsins fyri sítt megnaravrik, og fáur man hava uppiborið hesa heiðursgávu betur enn hann.

Men Eilif Samuelsen hevur uppiborið minst eina heiðursgávu aftrat. Fá landsstýrisfólk munnu hava sett so djúp spor eftir seg, laðað so stórar varðar og elvt til so munagóðar broytingar á tí øki, ið tey hava umsitið.

(Við fyrivarni fyri, at eg hvørki eri samfelagsfrøðingur, búskaparfrøðingur ella politiskur serfrøðingur, loyvi eg mær at pástanda hetta.)

Eg hugsi eyðvitað um musikkskúlan og musikkskúlaskipanina, ið Eilif Samuelsen var við til at seta á stovn, tá ið hann sat í landsstýrinum frá 1981 til 1985 og hevði undirvísingarmál um hendi. Sum lærari og formaður í Lærarafelagnum hevði hann hollar royndir á tí økinum.

Mentanarliga eins væl og á so mongum øðrum økjum hevur musikkskúlin fullkomiliga kollvelt tað føroyska samfelagið, og tað til tað betra. Fyri góðum fjøruti árum síðani mundi fáur kunna ímynda sær, hvat ið henda skipanin fór at útvikla seg til og hava við sær.

Tá í tíðini vóru føroyingar at kalla eftirbátar á hesum øki, men soleiðis er ikki í dag. Í øllum førum ikki, tá vit samanbera við miðalførleikan og miðalkunnleikan til tónleik millum okkara norðurlendsku grannar, og tá ið hugsað verður um fólkatalið.

Í so máta nýtist føroyingum ikki at skammast, tí úrslitini, eitt nú upptøkur til tey ymsu konservatoriini eins og onnur musikalsk avrik, tala fyri seg. Havandi fólkatalið í huga eru føroyingar rættiliga væl fyri, hvat hesum viðvíkur.

Hetta er sum áður nevnt ein mentanarlig og samfelagslig kollvelting, sum Eilif Samuelsen eigur sín stóra lut í, og nakað av tí, ið gleðir hann einamest, er at musikkskúlin hevur ment seg so mikið væl.

Sum vera man seta nógv fólk musikkskúlan og musikkskúlaskipanina í samband við eldsálina og slóðbrótaran Ólav Hátún, og tað er bestemt ikki av ongum, at konserthøllin í Tórshavnar Musikkskúla er uppkallað eftir honum.

Men fáur megnar eina so stóra uppgávu ella verkætlan einsamallur. Onkur skal eisini gera handverkið, alt bakgrundsarbeiðið og alt tað praktiska við strukturi, lóggávu o. ø., eitt nú lóggávu um stuðul til musikkskúlar.

Har gjørdi Eilif Samuelsen eitt megnararbeiði, bæði sum landsstýrismaður í 80'unum og sum sum nevndarformaður fyri Tórshavnar Musikkskúla frá 1988-1998.

Men hvørki Eilif, Ólavur ella aðrar eldsálir komu til búgvið borð og skorin klæðir, so langt frá. Mangan var neyðugt at stríðast móti kreftum, ið ikki sóu ta stóru meiningina í ”hasum fjasinum”. Lukkutíð fingu slíkir politikarar ikki makt, sum teir høvdu akt, tí so hevði føroyskt tónleikalív verið væl fátækari í dag.

Í hesum sambandi var Ólavur Hátún mangan góður láturverji. Hann ræddist ongan og fírdi ikki fyri at langa nevan í borðið og geva landsins kosnu av grovfílini, tá ið hann helt, at tað trongdi til. Summir politikarar kundu tíverri hugsað sær at spart allan musikkskúlan burtur, tá ið kreppan var í 90'unum, men til alla lukku tordu teir ikki.

Eilif er heldur róligari av lyndi, og tað vistu teir báðir væl. Eilif er hvørki kendur fyri at larma og gartera ella langa nevan í borðið, og kanska hevur hetta stundum verið honum ein vansi sum politikari.

Tíverri er mangan so, at vit hava lyndi at undirmeta stillførar politikarar, ið ikki larma og reypa og veipa við ørmunum, og vit geva ikki altíð teirra avrikum nóg nógvan ans. Kanska gloyma vit tey eisini.

Í dag munnu fólk flest fegnast um Musikkskúlan, tess avrik og úrslit, men fólk minnast kanska ikki, ella geva sær ikki rættiliga far um Eilifsa stóra leiklut og slóðbrótandi arbeiði, serliga í pionertíðini fyri góðum fjøruti árum síðani.

Í politikki eins og í so mongum øðrum viðurskiftum kann tað tíverri vera ein ávísur fyrimunur at gartera, breggja sær og reypa, men tað er so eiðasørt, at tú fært Eilif Samuelsen at reypa ella rósa sær sjálvum. Heldur tegir hann ella fer at tosa um okkurt annað. Eilif tímir rætt og slætt ikki at reypa, tað liggur ikki til hansara.

Eftir røttum átti Eilif Samuelsen at fingið minst eina heiðursløn aftrat, og musikalskur og tónleikaáhugaður sum hann er (eitt nú stjórnaði hann Kristiliga sangkórinum nøkur ár í trýssunum), átti hann at verðið fagnaður við minst einari heiðurskonsert, og hví ikki í Hátúni? Hann eigur jú sín stóra lut í tí virksemi, ið har fyriferst.

Eyðvitað eiga nógv onnur fólk eisini lut í hesum stórarbeiði við musikkskúlaskipanini, og eftir røttum áttu tey eisini at verðið nevnd og fagnað í tí sambandi. Men veri tað við eitt annað høvi..

”Bakom varje framgångsrik man står en kvinna”, siga svenskarar. Helst er líknandi hugtak á føroyskum og donskum, men eg minnist tað ikki beint nú.

Sjálvt Skaparin gjørdist í upphavi varugur við, at ikki er gott, at maðurin er einsamallur. Mangur maður, stórmenni eins væl og smámenni, man hava sannað, at vívleysur maður, ja tað er bara næstbest.

So tá ið vit rósa Eilifi, eiga vit eisini at rósa konu hansara Katrin. Hennara partur hevur so avgjørt ikki ligið eftir. Hon er og hevur verið Eilifi dyggur og hollur stuðul øll hesi árini.

Hjartaliga til lukku við teimum níti, og vónandi fáa tit nógv góð ár aftrat!

Heri Eysturlíð

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo