Viðhvørt er tøgn besta svarið
- Dalai Lama

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinir Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum
Evni: Eftirmeting av bygningskunngerðini – BK17

Spurningar:
1. Er nøkur ætlan at eftirmeta bygningskunngerðina (BK 17) frá 2017?

2. Er nøkur ábending um, at byggikostnaður dýrkar óneyðuga av krøvunum?

3. Um ja, er ætlanin at broyta nakað tí viðvíkjandi?

Viðmerkingar:
Bygningskunngerðin, kunngerð nr. 72 frá 27. juni 2016, eisini nevnd BK17, hevur nú verið virkin í 7 ár, og enn er hon ikki eftirmett.

Síðani kunngerðin varð sett í gildi, hevur spurnartekn fleiri ferðir verið sett við, um krøvini í kunngerðini eru rímilig, og um tey eru við til at dýrka óneyðuga nógv um byggikostnaðin, tá bygt verður.

Eyðsæð skulu krøv setast til eina og hvørja bygging, men í eini eftirmeting kundi verið hugt at, um krøvini eru óneyðug og hóska til føroysk viðurskifti, eru við til at dýrka bygging meira enn neyðugt, ella gera tað verri hjá fólki at seta føtur undir egið borð.

Fyri at fáa svar á hesar spurningar, og um ætlanin er at eftirmeta bygningskunngerðina, verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 11. juni 2024
Beinir Johannesen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo