Ein politikari, sum skattar Tummas fyri at gjalda Hanusi, kann altíð rokna við atkvøðuni hjá Hanusi
- George Bernhard Shaw

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

(tilvildarlig mynd)

(tilvildarlig mynd)

(tilvildarlig mynd)

- Løgreglan tekur ikki mál, sum vit melda, í nóg stórum álvara. Og tað er tilvildarligt, hvat víðari hendir í málinum. Tað kemur an uppá, hvør tekur telefonina tá vit ringja. 

Tað sigur Diana Krossá Kongsbak, forkvinna í Djóraverndarfelagnum, við Frihedsbrevet.fo.

Hon sigur, at tað kemur fyri nærum 100 ferðir í einum ári, at tey ringja til politiið fyri at melda mál um djóramisrøkt.

- Men tað kann teljast á einari hond, hvussu nógv mál fara víðari og enda í rættinum. Kanska bara eitt av 100, sigur hon við Frihedsbrevet.fo.

Serliga seyðahundar hava tað ringt. Teir standa bundnir úti i øllum veðri og hava ikki atgongd til skjól og mat. Eisini mál um seyð og gæs fylla nógv hjá djóraverndarfelagnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo