Dánjal Poulsen, ættaður av Vatnsoyrum, búsitandi í Havn, andaðist á Landssjúkrahúsinum týsdagin, 26. apríl, 74 ára gamal.
Kistan kemur heim í Ebenezer leygardagin, 30. apríl kl. 17.30.
Jarðarferðin verður úr Ebenezer sunnudagin, 1. mai kl. 14.
Tey, sum ynskja at minnast Dánjal, kunnu lata eina gávu til Zarepta ella Evangelisku Røddina, kontu í peningastovnunum.
Jarðarferðin verður netvarpað. Leinki verður lagt út í høgra bredda á heimasíðuni hjá Ebenezer kl. 13.50.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo