- Wayne Rooney er tann truplasti leikarin at hava við at gera hjá einum Premier League-dómara, sigur Mark Clattenburg.
Clattenburg er aktuellur nú í sambandi við at norska TV2 fer at brúka kenda dómaran sum serfrøðing í sambandi við komandi Premier League.
Clattenburg verður spurdur:
– Hvør leikari klagar mest?
– Wayne Rooney.
– Hvør venjari er torførast?
– José Mourinho.
– Stuttligasti leikarin?
– Tað er helst Zlatan Ibrahimovic.
– Hvør er besti Premier League-liðskiparin?
– Vincent Kompany, tí hann er at tosa við.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo