Oh my God, so nógv vinfólk hava ilt við at fylgja dreyminum, tí tey hava eitt alt for gott lív her í Føroyum
- Reiley, aka Rani Petersen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

At vakna ein vakran morgun og síggja sólina senda sínar fløvandi geislar inn ígjøgnum gluggan. Ljósið er kveikjandi, tað gevur lív, hita og áræði.

At vakna úr andaligum dvala og síggja Guðs son, Jesus Krist, halda sínar vælsignandi hendur út yvir menniskju. Signing Guðs er kveikjandi, hon gevur lív og orku.

Signing Guðs er tað ríkasta menniskjan kann fáa lut í. Hon er ríkidømi lívsins, ja sjálvur andadrátturin. Orðtøkini siga: “Harrans signing, tað er hon, ið ríkar, og egin møði leggur einki afturat.”

“Harrin vælsigni teg og varðveiti teg! Harrin lati andlit sítt lýsa yvir teg og veri tær náðigur! Harrin lyfti upp ásjón sína yvir teg og gevi tær frið!” (4. Mósebók 6,24-26).

Harrin gav Mósesi signingina og bað hann geva hana til bróðurin Áron. Í hesum sambandi gav Harrin eitt lyfti: “Tá ið teir soleiðis leggja navn mítt á Ísraelsmenn, skal eg vælsigna teir.” (4. Mósebók 6,27).

Signing Guðs er undurfull. Tá ið signingin verður lýst, leggur Guð sjálvur navn sítt á hin einstaka og øll heimsins fólkasløg, sum í Jesusi eru vorðin Guðs ognarfólk.

Í 2003 vitjaðu vit bæði konan Gellerup kirkju í Århus. Kendi danski listamaðurin, Arne Haugen Sørensen, hevði um tað mundið gjørt kirkjuni eina nútíðar altartalvu úr keramikki.

Altartalvan avmyndar trinni evni: Syndafallið, krossfesting Jesu og hin tríeiniga Guð: Faðirin, sonurin og heilagur andi.

At koma inn í kirkjuna í Gellerup og verða væl móttikin. Móttøkan ger okkum før fyri at liva hjástødd í løtuni og njóta friðin í nærveru.

At verða vaktur til hugs og kveiktur á heilagum staði og kenna lívsandan hvíla. Tað var stilt. Vit stigu inn í friðin og vórðu borin av honum.

Tað triðja motivið í altartalvuni avmyndar hin tríeiniga Guð. Andin var sjónligur og líktist einari dúgvu. Eitt meistaraligt avrik og ein sigandi ljóðleys prædika. Eitt satt dýpi av hugsan og listarligum hegni.

Hendur Guðs vóru tann berandi eindin og miðdepilin í myndini. Hendurnar vórðu innbjóðandi, friðsælar og fevnandi. Tær líktust støðuni, tá ið vit taka vatn upp í lógvan til tess at svala okkum tostan.

Hendurnar bóru alt skapanarverkið, kirkjuliðið og hin einstaka. Í lógvanum miðskeiðis í hondum Guðs stóð Jesus. Skaparin bar mannaættini, sum var fallin í synd, endurskapan sína, tá ið hann gav heiminum Jesus sum frelsara.

Frelsarin stóð mitt í hondum Guðs og rætti hendur sínar út yvir hin einstaka og kirkjuliðið. Jesu vælsignandi hendur.

Ein dýrabarur friður, ein unnilig hvíld og ein lívgandi hugveking. Lívsandin var í samljóði við tað guddómliga upphavið, ið hann var runnin av.

Ein løta í halgidóminum varð okkum ein møguleiki at hugsavna seg við tøkk. At siga takk er tekin um, at tilveran verður tikin í álvara, at ikki alt verður mett sum ein sjálvfylgja.

Sálmaskaldið biður so bønliga, at frelsa Guðs má verða fólkinum dýrabær. “Guð okkum náði og okkum signi, hann lati andlit sítt yvir okkum lýsa, at vegur tín má verða kunnur á jørð, alra fólkanna millum tín frelsa!”

Tað er hesa somu signingina frá Guði, vit hava fingið lut í tímiliga sum andaliga. Vit fingu náðir at mennast, trívast og vaksa upp í einum tryggum umhvørvi.

Ímillum allar Guðs ríku gávur er ein fremri enn aðrar. Signing Guðs er fullkomin í Jesusi. Reinlyntur kærleiki vitjaði jørðina, tá ið Guð gav heiminum einborna son sín sum frelsara.

  • Jesus lýsir sín frið inn í gerandisligan ófrið,

  • Jesus skapar ró í hjørtum várum, har áður ótti og angist búðu,

  • Jesus veitir frelsu og økir um gleðina í lívsins skiftandi meldri,

  • Jesus gevur lívsmót í einum heimi, ið er merktur av myrkri, synd og deyða.

Frelsarin Jesus er reinur, heilagur og dýrabarur. Hansara góðska og náði veita frið í sál og sinni. Jesus fyrigevur syndina. Hann ger okkum sátt við fortíðina og hennara dimmu blettir. Jesus gevur nútíðini innihald og gyllir framtíðina við sínum æviga ljósi.

Vitjanin í Gellerup kirkju stendur klár í huga mínum av einari serligari orsøk. Vitjanin var fyrrapartin ein yrkadag. Tað var fest í kirkjuni, tí ein heimleysur maður, ið búði og vildi búgva á gøtuni, fylti 65 ár. Maðurin hevði onga familju og eingi næstrafólk. Kirkjuliðið var hansara familja.

Kirkjuráðið, starvsfólkini og prestarnir fagnaðu og hildu føðingardagin fyri einum heimleysum, ið at kalla hvønn sunnumorgun kom til gudstænastuna.

Í kirkjuligum orðaskifti verður onkuntíð spurt: Fyri hvørjum ringir kirkjuklokkan?

Møguliga eiga vit at venda spurningin á høvdið: Hvørjum skal kirkjuklokkan ikki ringja fyri?

Til tess at svara hesum spurninginum er neyðugt at hugsa seg væl um. Amen.

Orðið: “Guð okkum náði og okkum signi, hann lati andlit sítt yvir okkum lýsa, at vegur tín má verða kunnur á jørð, alra fólkanna millum tín frelsa!” (Sálmur 67,2-3).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo