Fólk gloyma tað tú segði. Og tey gloyma tað tú gjørdi. Men tey gloyma ongantíð kenslurnar, tú vakti í teimum
- Maya Angelou

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ítróttur

Kvinnulandsliðið eftir fyrsta sigurin. Sitandi Marju Restorff og Maria V. Hansen. Standandi Arnleyg Mikkelsen, Eva Sarita Berg. Birita T. Clementsen og Anna Paulina Olsen.

Bridgesambandið: Kvinnurnar á bridgelandsliðnum vístu sera gott spæl í dystunum móti Italia og Ungarn í EM kappingini, sum er í Herning. Vunnu báðar dystirnar.

21 lond eru við í kvinnukappingini og hava kvinnurnar á føroyska landsliðnum vunnið tveir dystir higartil.

- Nógvir dystir eru eftir, men longu nú halda vit, at úrslitini eru góð, og at tað er rætt, at Føroya Bridgesamband hevur sent kvinnulandslið til EM, sigur Óli Holm, sum er liðskiparin.

Seinsast kvinnurnar vóru til EM var í 2004, men úrslitini í Herning vísa, at eisini kvinnulandsliðið skal vera við til EM.

Trý føroysk bridgelandslið eru við í EM-kappingini. Umframt kvinnurnar er opið lið, sum eru tað besta liðið og so veteranligið, ið er liðið hjá spælarum eldri enn 64 ár.

Opna liðið liggur eitt sindur undir miðjuni í teirra raði, meðan vetaranlandsliðið eigur nøkur góð úrslit til góðar – liðið er á aftasta plássi.

Spæld vera tríggjar ferðir 16 spøl hvønn dag og kappingin endar hósdagin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo