Ver fittur tá tú kanst. Og óreinur tá tú noyðist
- realisturin

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Børn, ið bera brek sleppa ikki til fosturs, men eru bundin á stovni við skiftandi starvsfólki.

Hesi børn eru tískil ikki líka fyri lógini, tá tað kemur til heimansetan eftir barnaverndarlógini.

Í Degi & viku seinasta fríggjakvøld, setti Kringvarpið ljós á vanbýtismál, har børn við breki verða sett til síðis og ikki fáa tey tilboð, sum teimum tørvar. Men tað er tíverri ikki bara á økinum í sambandi við ansing í summarfrítíðini, at børn við breki eru fyri vanbýti. Børn, ið bera brek hava heldur ikki somu møguleikar, som onnur, tá tað kemur til heimansetan. Hetta er ein álvarsom støða, sum vit eiga at loysa beinanvegin.

Hóast tað í fleiri ár er blivið víst á, at børn við breki ikki sleppa til fosturs, er einki hent. Tey verða í staðin sett á stovn, hóast metingar vísa, at tað hevði verið betri fyri tey, at fingið eina fosturfamilju Hetta er ein støða, sum ikki eigur at góðtakast.

Tað er vantandi lóggáva, sum ger, at fleiri børn, sum kundu havt eitt gott og kærleiksfullt fosturheim, ístaðin enda á stovni, antin í Føroyum ella í Danmark. Í Danmark tryggjar lóggávan, at styrktar og serkønar fosturfamiljur hava treytir, sum ger tað møguligt at taka hesa ábyrgd. Spurningurin er, hví vit ikki fyri langari tíð síðani hava gjørt tað sama her hjá okkum.

Børn við breki hava sama rætt sum onnur børn til at fáa ein tryggan og kærleiksfullan uppvøkstur. Hetta er staðfest í altjóða sáttmálum, eitt nú barnarættindasáttmálanum hjá ST, sum Føroyar hava góðtikið. Tað er tí okkara skyld at tryggja, at hesi rættindi verða fylgd.

Tað er eyðsæð, at tørvur er á lógarbroytingum í sambandi við serkønar og styrktar fosturfamiljur. Vit kunnu ikki góðtaka, at hesi børn framhaldandi verða sett á stovn, tá tað bert skal ein lógarbroyting til, at tey kunnu sleppa til fosturs.

Tað er mín vón, at landsstýrismaðurin við barnamálum, fer at geva hesum  máli størri ans. Tí heiti eg eisini á allar politikara um at taka hetta mál upp til politiska og almenna umrøðu.

Vit mugu leggja trýst á fyri at tryggja rættindini hjá hesum børnum. Við at varpa ljós á hetta álvarsmál, vóni eg at kunna vera við til at skunda undir broytingar til frama fyri børn við breki, sum eru fyri vanbýti á hesum økinum.

Tað er okkara ábyrgd at tryggja, at øll børn, eisini børn við breki, fáa møguleikan at vaksa upp í einari tryggari og kærleiksfullari familju. Tað er tíð at handla nú!

Rúna Sivertsen
Sosialráðgevi

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo