Innan í mær sjálvum býr ein megi, ið avger útsýnið og ljósið. Sinnið er eins og ein kontakt, har ein knøttur ger tað møguligt at regulera styrkina á ljósinum. Svá vit fara til verka, er úrslitið mangan.
So einfalt er tað tó ikki, tí nógv møtir menniskjum á lívsleiðini, ið vit einki fáa gjørt við. Veikleiki og sjúka til sálar og likams mega takast í álvara, og onkuntíð er sjúkan sterkari enn okkara bestu førleikar. Viðhvørt er lívið eins og at ganga á eini knívsegg. Vit mega hava virðing fyri forløgunum hvør hjá øðrum.
Við øllum hugsandi fyrivarni setti eg mær fyri í viku 37/2017 at skráseta tað góða og tað minni góða, ið teir 7 dagarnir fevndu. Drívmegin var kenslan av, at ovmikið av knarri fylti dagin og køvdi sanna gleði. Smávegis knarr órógvar í longdini mikið meira enn stórar avbjóðingar eitt styttri tíðarskeið. Ikki klettarnir, men smásteinarnir í skónum órógva.
Havi í kallinum sum biskupur verið á fleiri skeiðum saman við starvsbrøðrum (m/k). Sálarfrøðingar og onnur fakfólk hava lært okkum ymiskt, ið kemur væl við og er til nyttuna. Vit verða lærd at síggja heildina og samanhangin. Lærd at síggja tær stóru linjurnar. Lærd at taka hond um menniskju, tí heildin er samansett av einstaklingum, ið hvør í sær hava eitt óendaligt virði.
Ta nevndu vikuna lá ein listi á skriviborðinum. Vinstrumegin á arkinum stóð eitt pluss (+) og høgrumegin eitt minus (-). Helt hetta vera ein sjúkligan tanka at byrja við, tí eitt var at hoyra um tað og nakað annað at royna tað.
Tók uppgávuna í álvara og skrásetti dúgliga. Listin fevndi bæði tað persónliga, privata og tað almenna.
Pluss síðan vaks skjótt, og væl seinni gekk at fylla minus síðuna. Nógv tað mesta var gott!
Tá ið vikan var liðin, endaði verkætlanin. Áhugavert var at fara ígjøgnum listan og síggja, hvat tað var, ið var gott. Undrandi stóð eg við úrslitinum í hondini og sá, at tað besta í viku 37 vóru afturvendandi støður, ið eru gerandisligar og vanligar.
Tað ræður um at varnast tað góða, ið møtir okkum dagliga, so vit hava eitt lagur av jaligari orku, tá ið tvørleikin vitjar og bankar á dyrnar. Tað jaliga er ein orkukelda innan í okkum, eins og sólin er orkukeldan rundan um og uttanfyri okkum.
Ovast á pluss síðuni stóð tað, ið mangan verður tikið sum ein sjálvfylgja, hóast einki skal takast sum givið.
Tað ræður um at varnast tað góða, meðan tað er. Tað ræður um at vera hjástaddur í lívinum, meðan vit liva.
Nógvar ríkar løtur hjálpa væl, tá ið sorgin vaknar við lívlát. Nærvera er altíð ein íløga í framtíðina.
Tað eru grundleggjandi viðurskifti, ið ríka mær dagin og lívið:
• konan, børnini og øll teirra kæru
• foreldur, verforeldur og upphavið
• samstarvsfelagar, vinfólk og viðskiftafólk
• fitt, blíð fólk á leiðini
• fólk við avbjóðingum, ið víðka sjónarringin við innliti og útsýni
• kirkjan og kirkjuliðini
• Jesus, sum Harri og Frelsari.
Samanumtikið verður staðfest, at lívið er mær ríkt og vælsignað, hóast tíðarskeið við álvarsligum likamligum avbjóðingum hava verið tey seksti árini. Takksamur, nøgdur og sinnisliga ríkur.
Minus síðan var væl styttri í vavi. Hon var skjót at lesa. Onkuntíð verða fakligar og persónligar meiningar sagdar í hørðum og sterkum orðum. Tað eiga vit, ið eru í almennari tænastu sum embætisfólk, at tola. Tó, vikan, ið var skrásett, var friðarlig við atliti at tí neiliga. Einki stórvegis órógvandi, men heldur smávegis argandi.
Undranarvert var at varnast, at á minus síðuni stóðu fleiri mál, har pílurin vendi móti mær sjálum. Ikki nóg væl úr hondum greitt og tvørrandi samskifti. Verri var at góðtaka listan, ið segði frá at vikið varð frá kravinum um høviskliga atferð.
Áhugavert var tað at staðfesta, at mitt í øllum teimum fakligu avbjóðingum vann tað jaliga á tí neiliga.
Nøgdsemi og tøkkin vunnu á tvørligari hugsan um onnur.
Er slík niðurstøða ikki tekin um fákunnu og barnsliga hugsan? Jú, tað er óivað nakað um tað, tí gleðin er barnslig av lyndi.
Ella var niðurstøðan tekin um vitan og vísdóm?
Meistarin lærdi lærusveinarnar, at tað góða og ónda stríðast hvørt móti øðrum. Vit eru lærd at fremja tað góða og taka okkum at teimum veikastu í samfelagnum. Vit eru lærd, at sannur kristindómur er sjónligur í verki, tá ið vit í umbæri lata onnur koma afturíaftur og innaftur til gleðina og lívið. At tað jaliga kemur til sjóndar í einum smíli ella í sorgblíðum brosi, har hondin er útrætt og fevnandi.
Frelsarin Jesus, ið fevnandi várkunnar okkum. Amen!
Orðið: “Eina góðska og náði mær fylgja allar mínar lívsins dagar. Í Harrans húsi eg dvøljist í endaleysar tíðir.” (Sálmur 23,6).
Jógvan Fríðriksson, biskupur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo