Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fólkaflokkurin: Bárður á Lakjuni hevur sett Dennisi Holm, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, fyrispurning um friðingar og stongdar fiskileiðir – og um tær tæna sínum endamáli.

Í mong ár hevur verið friðað/stongt á reellum fiskileiðum á føroyska landgrunninum. Summar reellar fiskileiðir, serliga hjá troli, hava verið friðaðar í mong ár, og sum skilst, so verður framvegis og framhaldandi friðað/stongt antin partvíst ella fullkomiliga.

Áhugavert hevði verið at fingið at vita, hvør hugsanin og endamálið handan hesa friðing er, og um tað ber til at fáa sligið fast, at friðingarnar tæna sínum endamáli.

Tískil verða hesir spurningar settir avvarðandi landsstýrismanni.

Spurningar:

  • Hví verða fiskileiðir friðaðar/stongdar?

  • Hvussu stórur prosentpartur av reellu fiskileiðunum á landgrunninum eru fullkomiliga ella partvís friðaðar/stongdar fyri trol?

  • Hvørjar søguliga góðar fiskileiðir til trol hava verið friðaðar ella stongdar longst?

  • Hvussu verða stovnsmetingar gjørdar?

  • Ber til at dokumentera, at virknaðurin á friðaðum/stongdum leiðum er positivur –tað vil siga, at átøkinivirka eftir ætlan?

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo