Útbúgv starvsfólkini so væl, at tey hava lætt við at fara. Men far so væl við teimum, at tey ongantíð fara
- leystliga eftir sir Richard Branson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 52-130/2023 sambært § 52 a í tingskipanini til Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, frá Beinir Johannesen, løgtingsmanni, um eftirmeting av bygningskunngerðini - BK17

Spurningar:
1. Er nøkur ætlan at eftirmeta bygningskunngerðina (BK 17) frá 2017?
2. Er nøkur ábending um, at byggikostnaður dýrkar óneyðuga av krøvunum?
3. Um ja, er ætlanin at broyta nakað tí viðvíkjandi?

Svar
Til spurning 1

Bygningkunngerðin (BK17) og við henni Føroyska bygningsreglugerðin 2017 (FBR17) kom í gildið 27. juni 2016 og fekk virknað frá 1. januar 2017.

Bygningskunngerðin hevur heimild í Byggilógini (løgtingslóg nr. 60 frá 15. mai 2012 um at byggja bygningar o.a.). Endamálið við Byggilógini er fyrst og fremst, at áseta, og geva heimild til at áseta í kunngerð, felags reglur um bygging, so at bygningar lúka nútímans góðskukrøv og krøv til heilsu, trygd og umhvørvi.

Áðrenn verandi bygningkunngerð fekk gildi í 2017 vóru ongar líknandi reglur galdandi í Føroyum. Avleiðingin av hesum var, at bygging sum heild ikki var fevnd av reglum og krøvum til t.d. bjálving, innlegging, orkunýtslu o.a, annað enn tað, sum hissini fanst í serlóggávu og kommunalum byggisamtyktum. Í viðmerkingunum til uppskotið til Byggilógina (løgtingsmál nr. 157/2011) stendur m.a.:

“Eitt savnað og felags regluverk verður mett at vera ein kærkomin nýskipan og stórt framstig, sum serliga byggivinnan, ráðgevandi verkfrøðingar, arkitektar og kommunalir byggimyndugleikar hava eftirlýst í áratíggju. Byggilógin er ein neyðugur grundarsteinur undir savnandi bygningsregluverkinum, sum verður ásett í kunngerð.”

Bygningkunngerðin kom sostatt m.a. sum svar uppá eitt ynski frá ráðgevara- og byggivinnuni og frá kommununum.

Tað er eingin ivi um, at Bygningskunngerðin hevur gjørt góðan mun fyri at betra um góðskuna og dygdina í føroyskari bygging hesi árini, men tað er væl hugsandi, at reglurnar kunnu fáast at virka enn betur enn tær gera í dag. Tí hevði verið skilagott við eini eftirmeting av hvørt nakað eigur at verða broytt ella tillagað í verandi byggireglum. Menningin av byggitilfari og -tøkni síðani 2017 kann hava broytt fortreytirnar fyri galdandi byggireglum, og tí kann ein dagføring vera hóskandi.

Til spurning 2
Hesin spurningurin verður greinaður í ritgerð1, sum Karsten Karbech Saxov skrivaði í samstarvi við Landsverk í mai 2021 í sambandi við lestur á Danmarks Tekniske Universitet, og sum Umhvørvismálaráðið hevur fingið loyvi til at endurgeva úr.

Niðurstøðan í ritgerðini hjá Saxov er, at hóast kostnaðurin til projektering og bygging er hækkaður nakað orsaka av krøvunum í BK17, er kostnaðurin til víðlíkahald lægri fyri bygningar, sum eru bygdir í samsvari við BK17 enn fyri bygningar bygdir áðrenn 2017, tí góðskan á tí bygda í útgangsstøði er betri. Orkunýtslan til upphiting er eisini ¼ lægri fyri bygningar, sum eru bygdir í samsvari við BK17.

Sambært Saxov, var fermetraprísurin í miðal fyri bygging av smærri bygningum (bústaðir o.tl.) í 2015 og 2016 (áðrenn BK17) 13.550 krónur. Í 2017 og 2018 (eftir BK17) var miðal fermetraprísurin fyri bygging av smærri bygningum 15.250 krónur, sum svarar til eina hækking av fermetraprísinum í miðal uppá 11% í mun til bygningar bygdir 2015/16.

Um orkunýtsluna sigur Saxov, at fyri bygningar bygdir í tíðarskeiðnum 2010-2014 (áðrenn BK17) var hon í miðal 85,9 kWt/m2/ár. Fyri bygningar bygdir í 2020 (eftir BK17) var orkunýtslan 63,8 kWt/m2/ár, svarandi til eina minking í orkunýtslu/m2/ár uppá góð 25% í mun til bygningar bygdir 2010-14.

Um samlaðu fíggjarligu avleiðingarnar av hesum, stendur soleiðis í ritgerðini: “Kanningin av broytingini í fíggjarligum kostnaði vísir ein øktan fermetraprís uppá 1.700 kr./m2 (...). [Afturfyri fær kundin] ein betri bygdan bústað ...., við lægri rakstrarkostnaði og viðlíkahaldi. Økti fermetraprísurin er, alt eftir upphitingarskipan, vegna rakstrarsparing afturgoldin eftir ímillum 5 og 9½ árum.”

Til spurning 3
Sum sæst í svarinum til spurning 2, so er livitíðarkostnaðurin fyri ein bygning, bygdur í samsvari við BK17, munandi lægri enn livitíðarkostnaðurin fyri ein bygning, sum ikki livir upp til krøvini í BK17. Og við 25% lægri orkunýtslu fyri ein bygning, sum lýkur krøvini í BK17 enn ein bygning, sum ikki lýkur krøvini, so fáa vit, uttan mun til orkukeldu, ein umhvørvisligan fyrimun, ið eisini sparir brúkaranum pening.

At linka krøvini til bygging munandi, fyri at fáa útveganarkostnaðin her og nú niður, vildi ikki verið ein fyrimunur í longdini. Við verandi krøvum fáa vit hús, sum halda longri og sum kosta minni í rakstri. 1 Karsten Karbech Saxov: ”Eftirmeting av verksetanini av føroysku bygningskunngerðini BK17”, DTU, mai 2021.

Afturfyri kosta tey nakað meira at byggja, men verður hesin meirkostnaður vunnin innaftur eftir bert einum brøkparti av livitíðini hjá húsunum. Vit mugu eisini hugsa um, at tá vit byggja nýtt skal livitíðin helst vera so long sum gjørligt. Bæði til fyrimuns fyri tann, ið byggir, og fyri náttúru og umhvørvið.

Seinastu tíðina eru prísirnir á byggitilfari í landinum hækkaðir nógv. Tí er tað tíverri dýrari at byggja í dag, enn fyri nøkrum árum síðani. Sum sagt hevði m.a. av hesi orsøk, og eisini tí tilfar og tøkni kann vera broytt seinastu árini, verið skilagott við eini eftirmeting av, hvørt nakað eigur at verða broytt ella tillagað í verandi byggireglum.

Ingilín D. Strøm
landsstýriskvinna í umhvørvismálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo