Tann, ið hevur lítið at siga, tekur gramliga til
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Arbeiðarafeløgini: Tey fimm arbeiðarafeløgini í verkfalli og Føroya Arbeiðsgevarafelag hava í dag undiskrivað ein nýggjan tvey ára sáttmála. Talan er um eitt lønarlyft og lønarhækking á tilsamans 16,80 kr. yvir tvey ár. Við semjuni endar verkfallið hjá feløgunum.

Semjan gevur okkara limum eina eyka inntøku á 8,46 kr. fyrsta árið og 8,34 kr. seinna árið, lønarhækkingin er frá 1. mai. Harumframt koma 0,8% omaná eftirlønina frá 1. januar 2025. Hetta er sostatt eitt stórt stig á vegnum at tryggja okkara limum somu keypiorku, sum tey høvdu áðrenn koronafarsóttina í 2020.

Tá verkfallið byrjaði bjóðaðu arbeiðsgevararnir okkum: 4,20 kr. um tíman fyrsta árið og 2,76 kr. seinna árið, ella tilsamans 6,96 kr yvir tvey ár, nú er hækkingin 13% íroknað lønarlyft á 3,75 kr. um tíman fyrsta árið og 3,50 kr. um tíman seinna árið.

Líka síðan samráðingarnar byrjaðu, hava Verkafólk víst á, at fasti samráðingarkarmurin í prosentum, skapar ein størri og størri skeivleika í lønarlagnum, har lægstløntu bólkarnir gerast alsamt meira afturútsigldir. Tí fegnast vit um, at hava samráðst um lønarhækkan í krónum og oyrum heldur enn prosentum. Eisini fegnast vit um, at ein partur av avtaluni er eitt lønarlyft, ið lyftir lønina hjá verkafólki tættari øðrum lønarbólkum.

Eftir fýra vikur í verkfalli er tíðin komin, at Føroyar aftur kemur upp í ferð. Verkfallið hjá føroyskum verkafólki hevur veruliga sett samfelagið undir trýst. Tí eru vit veruliga takksom fyri stóra stuðulin, ið vit hava fingið frá føroyingum.

Føroya Arbeiðarafelag
Havnar Arbeiðarafelag
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo