Svar til skrivligan fyrispurning nr. 22/0788 frá Johan Dahl, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um løgur hjá landinum og prosjektleiðslu
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu tryggjar Landsverk (LV), at gjørdar verða álítandi og eftirfarandi kostnaðarmetingar av byggiverkætlanum hjá landinum?
2. Hvat er forkláringin upp á stór frávik í kostnaðarmetingini og endaliga byggikostnaðinum?
3. Hvussu er samanspælið millum LV og politiska myndugleikan, her málaráðið, um fyrireikingar, innihald og vavið á verkætlan, kostnaðarmeting o.a.?
4. Kann landsstýrismaðurin gera eitt yvirlit fyri seinastu 15 árini yvir kostnaðarmetingar, eykajáttanir og endaligan kostnað fyri allar tær einstøku byggiverkætlanirnar hjá LV - vegir, bygningar til skúlar, ellisheim o.a. og býtt upp á ár?
5. Hvussu hava kostnaðarmetingarnar hildið fyri Sandoyartunnilin, Eysturoyartunnilin, Norðoyatunnilin, Vágatunnilin umframt aðrar tunlar á landi, seinastu 15 árini og sum eru í gerð - og hvussu stórar eykajáttanir eru.
6. Hvørji tiltøk heldur landsstýrismaðurin eiga at setast í verk fyri, at játtanir til byggiverkætlanir kunnu gerast so realistiskar sum til ber og harvið halda?
7. Er munur á fyrireiking, kostnaðarmeting, byggieftirliti o.ø., tá talan er um ávikavist útbjóðing av byggiverkætlanum til privatar at loysa, og tá LV loysir uppgávuna?
Svar til fyrispurning nr. 1
Svarið til hendan fyrispurning er yvirskipað. Tað hevði kravt munandi neyvari kanningar og gransking at kunnu svara spurninginum, soleiðis sum tingmaðurin óiva kundi hugsað sær, at hann var svaraður.
Virksemið hjá Landsverki er fjøltáttað og sera umfatandi. Í tíðarskeiðinum 2013-2022 (10 ár) hevur stovnurin fyrisitið útreiðslur (brutto) uppá 5,1 milliardir kr. samanlagt til íløgur, rakstur, viðlíkahald og ymiskt annað. Tað vil siga 510 mió kr. í miðal um árið.
Í tíggjuáraskeiðinum eru 3,3 milliardir kr. brúktar til íløgur samanlagt, sum er 330 mió kr. í miðal um árið. Av hesum eru 1,2 milliardir kr. brúktar til íløgur í infrakervið, sum er til vegir, tunlar, brýr, havnir og tílíkt, og 2,1 milliardir kr. eru brúktar til íløgur og umvælingar av bygningum. Landsverk upplýsir, at stovnurin hevur arbeitt við eini 1.400 verkætlanum seinastu 15 árini.
Tilgongdin í byggiverkætlanum, tað vil siga fyrireikingar viðvíkjandi bygningum, vegum, tunlum og havnum, er í fleiri fasum, áðrenn verkætlanin kann verða boðin út. Tað er byggiskrá, skipanaruppskot, prosjektuppskot, forprosjekt og høvuðsprosjekt. Longri frammi ein er í tilgongdini, neyvari verður kostnaðarmetingin. Ikki fyrr enn høvuðsarbeiðstøkan er boðin út, tilboðini eru komin inn, og samráðingar hava verið við arbeiðstakara, ber til at siga hampiliga væl, hvat ein ávís verkætlanin fer at kosta.
Um innkomin tilboð uppá ávísa byggiverkætlan eru hægri enn roknað varð við, eigur verklagslógin at verða dagførd samsvarandi ella ikki fara í gongd. Politisk ynski um sparingar í mun til innkomin tilboð eru óheppin.
Tað er ein sannroynd, at játtanarkarmur og krøv til eina verkætlan av og á ikki samsvara. Ein orsøk kann verða, at verklagslógir verða gjørdar og lagdar fyri Løgtingið, áðrenn ein faklig kostnaðarmeting fyriliggur, sum tekur støði í veruligu krøvunum til bygningar og annað.
Í flestu førum halda kostnaðarmetingar, sum eru ásettar í verklagslógum, tá vegir, tunlar, brýr og havnir verða gjørdar.
Í stórum kompliseraðum bygningsverkætlanum, sum eru í fleiri ár og í byggistigum, er umráðandi, at realistiskar kostnaðarmetingar verða gjørdar, sum byggja á serkunnleika, og har hædd verður tikið fyri óvantaðum útreiðslum, príshækkingum og neyðugum tillagingum av prosjektinum undir bygging. Til dømis kunnu bygginevndir, ánarar og brúkarar vísa á nýggjan og broyttan tørv í byggitíðini.
Nýggja leiðslan á Landsverki setta sær fyri, ikki at byrja nýggjar verkætlanir uttan realistiskar kostnaðarmetingar. Landsverk upplýsir, at fleiri verkætlanir eru stegðaðar seinastu árini, tí tær eru undirfíggjaðar.
Svar til spurning 2
Spyrjarin spyr generelt og ikki um nakað ávíst. Oftast eru verkætlanir undirfíggjaðar, tí kostnaðurin er ikki lættur at meta um, og prosjekt kunnu verða sett í gongd, áðrenn allar fyrireikingar eru lidnar.
Tí er alneyðugt at lýsa verkætlanina so neyvt sum tilber, áðrenn hon verður sett í verk. Millum annað hevur Landsverk roynt at lýsa eina nýggja Suðuroyarleið so væl sum tilber. Tá ið ein verkætlan er á byrjunarstigi er neyðugt at brúka eitt váðaískoyti.
Svar til spurning 3
Spurt verður um samanspælið millum Landsverk og málaráðið (sum varðar av Landsverki), um fyrireikingar, innihald og vavið á verkætlanum, kostnaðarmetingar og annað.
Samskifti og samstarv um stórar verkætlanir, serliga innan bygging av bygningum, er millum fleiri politiskar myndugleikar, landsstýrið, Landsverk, aðalráðið, sum varðar av Landsverki, og onnur aðalráð, innan tey málaøki, sum tey umsita, Løgtingið, løgtingsnevndir, umframt aðrar almennar myndugleikar, áhugafeløg, byggikøn og onnur.
Ymisku aðalráðini (landsstýrismenninir) handa Landsverki ræðisrættin til byggiverkætlanir, um tey ynskja tað, og verður Landsverk byggiharri.
Landsverk ger fyrst eina byggiskrá saman við avvarðandi ráði, sum lýsir tørv, kostnað og annað.
Aðalráðini velja bygginevndir við serkønum. Tað ber til at siga, at aðalráðini keypa ein bygning frá Landsverki, sum tey ynskja at fáa. Landsverk hevur regluliga fundir við ráðini, sum varða av játtanum til eina verkætlan til tess at tryggja, at landsstýrisfólk og ráðini altíð eru væl kunnaði um verkætlanina.
Svar til spurning 4
Yvirlit yvir kostnaðarmetingar og endaligan kostnað fyri einstøku verkætlanirnar eru trupul at gera. Landsverk hevur arbeitt við eini 2.000 verkætlanum seinastu 20 árini, um alt verður tikið við.
Svar til spurning 5
Vágatunnilin varð tikin í nýtslu í 2002. Í 1999 varð mett, at verkætlanin kostaði 240 mió. kr., umframt fyrireikingar og forkanningar, prísvøkstur, broytingar og rentu í byggitíðini. Hesar útreiðslur vóru mettar til 35 mió. kr. fram til 2002. Sambært roknskapinum fyri 2003 er samlaða støðisognin í lendi, vegir og undirsjóvartunnil áleið 300 mió. kr. Hetta er eisini tað, sum felagið upplýsir fyri Fíggjarmálaráðnum.
Norðoyartunnilin varð tikin í nýtslu í 2006. Í sambandi við framløgu av lógaruppskotinum í 2001 varð tunnilin mettur til at kosta 330 mió. kr. gjørt upp í 2003 prísum uttan fíggjarkostnað og byggirentu. Felagið upplýsti í 2007, at tunnilin kostaði 378 mió. kr. Tað var 16 mió. kr. minni enn roknað varð við.
Sambært lógaruppskotinum í 2013 fyri Eystur- og Sandoyartunlar varð verkætlanin mett at kosta 1.865 mió. kr. umframt byggirentur. Fyrsta kostnaðarmetingin hjá P/F Eystur- og Sandoyartunlum varð gjørd miðskeiðis í 2015. Kostnaðarætlanin var á 2,64 mia. kr. +/- 0,37 mia kr. fyri samlaðu verkætlanina íroknað prístalsviðgerð í byggitíðini. Her eru allir byggikostnaðir íroknaðir. Samlaði netto kostnaðurin fyri verkætlanina er mettur til at halda, sum støðan er nú. Felagið roknar tí við, at samlaða verkætlanin kostar 2,7 mia.kr., tá ið endaliga projektið verður handað í 2023.
Svar til spurning 6
Á sumri 2020 læt Landsverk úr hondum frágreiðing til landsstýrismannin, har partur av arbeiðssetninginum var at endurhugsa tilverugrundarlagið fyri stovnin. Frágreiðingin lýsir, hvussu kjarnuuppgávurnar framyvir skulu loysast, og hvørji átøk skulu setast í verk. Nýggja leiðslan á Landsverki ásannar í frágreiðingini, at arbeiðið við at stýra størri verkætlanum ikki hevur verið gjørt til fulnar og fremur tí fleiri ábøtur:
• Byggiharraleikluturin skal styrkjast munandi. Allir verkætlanarleiðarar skulu taka eina projektleiðsluútbúgving. Fyrstu starvsfólkini vóru útbúgvin á vetri 2020/2021 og restin tók útbúgvingina á vetri 2021/2022. Øll nýggj starvsfólk skulu taka hesa útbúgving.
• Projekthondbók verður gjørd, so allar verkætlanir verða stýrdar eins. Tilfar frá útbúgvingini verður brúkt í hondbókini. Hetta er sett í verk á vetri 2021/2022.
• Toymisarbeiði er innført, so verkætlanarleiðarar ikki sita einsamallir við síni verkætlan. Sett í verk 2021.
• Allar nýbyggingarverkætlanir verða savnaðar á “Byggideildini” fyri at tryggja, at verkætlanir verða stýrdar eins. Gjørt á heysti 2021.
• Eitt leiðslulið afturat verður sett ímillum verkætlanarleiðarar og deildarleiðaran á Byggideildini, fyri at tryggja, at toymini rigga og verkætlanirnar verða stýrdar eftir nýggja leistinum.
• Nýggj fíggjarstýringsskipan er sett í verk á vári 2021, so allar verkætlanir verða stýrdar eins.
• Eftirlitið við verkætlanum skal betrast munandi við einum controllara.
• Eftirlitsleisturin verður góðkendur av uttanhýsis ríkisgóðkendum grannskoðara.
Arbeitt verður við rundskrivi til mannagongd í sambandi við verkætlanir/verklagslógir. Ein leistur er, at neyðug játtan, og allar fyrireikingar av verkætlanum skulu verða lidnar, áðrenn verkætlanir verða bodnar út til byggifeløg.
Roksskaparreglugerðin hjá Landsverki verður dagførd við neyvum ásetingum um kostnaðarmetingar.
Svar til spurning 7
Ilt er at skilja hvat spyrjarin meinar við. Landsverk bjóðar stórt sæð allar sínar uppgávur út.
Tinganes, 9. juni 2022
Uni Rasmussen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo