Bíbilskt trongskygni uttan tolsemi og kærleika tænir ikki Guds ætlan við okkum menniskjum
- Francis Sheaeffer

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tjóðartingsvalið sunnudagin gav ANC bert 40% stuðul, úr 57% til valið í 2019.

Størsta fólkaættin í Suðurafrika (SA) er Xhosa (Kosa), ið rekur/eigur ANC.

Alt Afrika virkar (illa) í fólkabólkum, fleiri í hvørjum landi. Sterkasta ætt ræður.

Ættarstríð hava altíð eyðkent Afrika, serliga eftir at tey fingu sjálvstýri.

Vápnað ættarstríð hava kostað streymar av blóði og darvað øllum framburði.

Nú hava flestu lond (ó)frælsi til at skipa egin viðurskifti, oftast við vána úrsliti.

Men nú hava vesturlendskir humanistar mist allan áhuga í hesum londum.

Tey kunnu fara í hundarnar (við kinverskum yvirvaldi). Vit leggja vertin á tað.

Stjórnin i SA átti nú at rudda sína egnu óhundsku av sori og morði.

Nei, ANC og Ramaphosa forseti kærdu Netanyahu(!) fyri ‘fólkamorð’ í ICC.

Henda russisk/iranska ráðagerð bjargaði ikki ANC undan ósigri til valið.

Ísrael er ein sunnudagskúli ímóti SA við tess 15-20.000 deyðsofrum árliga.

Mandela roterar í grøvuni
Xhosa-ættin er so fjølment, at bert Zulu-ættin (13 mió) stendur henni kurl.

Xhosa og ANC hava staðið so sterk eftir 1994, at ANC hevur havt einaræði.

At ANC nú misti meirilutan, væntaði fáur. Mandela man rotera í grøvuni.

Síðan seinasta val í 2019 hevur Cyril Ramaphosa verið leiðari og forseti.

Milliardingur er, tí hann einskilti almennar stovnar og fekk upp í fullar lummar.

Frá 1994 hevur ANC átt yvir 60% stuðul hvørt val. Men nú vildu fólk ikki meiri.

Frá at fáa 6-7 av hvørjum 10 atkvøðum, fekk ANC nú bert 4 av hvørjum 10.

Fólk í SA eru nú so leið av politikarum, at valluttøkan var bert 58%.

ANC fekk 40%, DA (hvít og svørt) fekk 20%, MKP (Zulu) 15% of EFF 9%.

ANC er viknað av góðum grundum: SA líkist restini av Afrika. Fý for tramin.

Planbúskapur við etniskari dimensjón
Apartheidstjórnin (1948-93) gav SA vanligan blandings- og planbúskap.

Fyrstu árini fingu tey hvítu (4-5 mió) tað sum í himminríki, men tað kostaði.

Tann innrættingin hevði eina etniska (rasistiska) dimensjón, ið ikki eydnaðist.

Svørt vórðu slept á fjall og evnaðu ikki at fylgja við, men hildu á sum í Afrika.

Løgið, at planøkonomar, hvítir, gulir sum svartir, hata fría marknaðarskipan.

Tey skilja ikki, at sosialisma hóskar meyrum, men ikki frælsum menniskjum.

Teirra drívmegi er egið vald, líkamikið hvat tað kostar fjøldini í neyð og armóð.

Svørt fingu síni ‘bantustan’
SA er 1,2 mió km2 (sum 3 x Frakland) við ríkiligt av plássi til nú 60 mió fólk.

Svørt fingu tillutað stór avbyrgd landaøki (‘bantustan’) við sjálvræði.

Hesi 45 ár bleiv RSA tað ríkasta ídnaðarlandið í Afrika, eisini fyri tey svørtu.

Tey hvítu við politiskum valdi drivu vøksturin. Tey svørtu fylgdu ikki við.

Landið er gávað við meiri ráevnum (tó ikki olju) enn restin av Afrika.

Hviti minnilutin fjølgaðist úr 4 upp í 5 mió fólk. Svarti meirilutin úr 20-50 mió.

So frá 1 hvítum móti 5 svørtum, endaði lutfallið við 1 hvítum móti 10 svørtum.

Hatur móti apartheid tá og Ísrael í dag
Sovjet fall í 1991 eftir í 40 ár at hava fíggjað ANC, størstu hóttan móti hvíta SA.

Altjóða boykott og avbyrging møddu tey hvítu og slitu búskapin niður.

Hvíti forsetin, Willem de Klerk og Nelson Mandela fingu Nobels virðisløn.

So stórt bragd helt heimsins elita tað vera, at RSA slapp undan rasukríggi.

Jødahaturin í dag bliknar móti altjóða sansaloysinum móti apartheid tá.

Men tá apartheid bleiv søga, høvdu øll gloymt, hvussu svøk tey vóru.

Í 1994 avloysti ‘svarta einglakórið’ avloysti ‘hvíta devlaveldið’. Klárið tað nú.

Tá slapp SA at velja sína egnu kós, frí av hvítum rasistum og kúgarum.

Hesi vinstrahallu fara eisini at gloyma alt um Ísrael, um Iran vinnur í Miðeystri.

RSA líkist meiri og meiri restini av Afrika
Mandela gjørdist halgimenni kring heimin. Hann tálmaði sína marxismu.

Tí, hann skilti væl, at demokratisk Vestanlond gjørdu flestar íløgur í SA.

Búskapurin vaks 3-4% árliga tey fyrstu 20 árini við 4 ANC forsetum.

Men Randurin fall skjótari í virði enn 3-4% árliga, og fólkavøksturin er 2%.

Men ‘stikk den’: frá 1994 til 2011 3-faldaðist BTÚ úr $153 mia upp í $460 mia.

Men frá 2008 til 2022 er landsins skuld 3-faldað úr 24% upp í 71% av BTÚ.

Tað er sum at renna í stað fram eftir sløttum. Vøkstur í BTÚ má vera netto.

“Kill the white Boer’
4. størsti flokkur til valið nú er EFF (9%), hvørs leiðari hóttir við at ‘skjóta hvít’.

Nú er framtíðin hjá SA av skeivum politikki so ótrygg, at íløguhugurin minkar.

Flestu skúlar vanta WC, bókasavn og fakhøli. Børn duga illa at lesa, skriva og rokna.

4 mió smá sethús eru bygd, men enn vænta 3 mió, so húsaneyðin er stór.

Teir svørtu slummbýirnir eru enn í skærari andsøgn til teir fínu (fyrr) hvítu.

Frá 2009 til 2018 gekk av skriðuni, tá Jacob Zuma var forseti. Alt varð til fals.

Korruptiónin vaks alment og privat. Mutur kravdist til alt, leyst sum fast.

Ramaphosa og Zuma deyðsfíggindar
Tríggir indiskir Gupta-brøður fingu stórar sáttmálar og keyptu Zuma til alt.

2014-2018 hvurvu $ 34 mia úr BTÚ. Zuma bygdi sær borg fyri $23 mió.

Ein dómstólur dømdi Zuma fongsul fyri fíggjarsvik. Hann sat í 15 mánaðir.

Hann stillaði uppaftur nú, og hansara Zulu-flokkur fekk 15% av atkvøðunum.

So nógvir veljarar hava fingið sítt burtur úr korruptiónini hjá Zuma.

Tann stóri vøksturin, ið hesin MKP-flokkur fekk, kom mest úr ANC.

So skal ANC stjórna frameftir, má tað vera við MKP og Zuma sum stuðlum.

Tað verður strævið, tí Ramaphosa og Zuma eru nú deyðsfíggindar.

“Grát, mítt elskaða land”
Bókin við nevnda heiti hjá Alan Paton kom í 1948, best kenda bók um SA.

Støðan er nú syndarlig í hesum vakra og góða landi at liva í (fyri tey útvaldu).

Nú eru 37.000 millióningar í RSA, harav 17.000 eru svartir. Fáir vóru í 1990.

Men SA er tað land í heiminum, har størst munur er á ríkum og fátækum.

(Somu hagtøl vísa, at í Føroyum er minsti munur á ríkum og fátækum).

Arbeiðsloysið í RSA er 36% íalt, men 63% millum ungfólk 15-25 ár.

ANC-stjórnin hevur aktivt stuðlað svørtum, men 93% hvít hava arbeiði.

Brotsverk millum heimsins hægstu
Korruptión 2014-2017 kostaði RSA $ 17 mia, 4% av BTÚ-vøkstrinum.

Almenna el-orkufelagið ESCOM missir $ 55 mió um mánaðin av stuldri.

Nú er dagliga streymslit, el-orkan er skamtað hjá øllum upp hálv samdøgur.

Tá er vónleyst at reka vinnulív. Jarnbreytirnar eru eisini lamnar av stuldri.

95 morð (bert 15% uppklárað), 140 neyðtøkur og 400 yvirføll eru hvønn dag.

Almennir stovnar við svørtum leiðslum og starvsfólkum virka ringast.

Tað er í almenna geiranum, at politikarar lættast sæta sær og sínum svørtu.

Tað bjargar SA enn, at hitt almenna útveitir til vinnuna alsamt fleiri tænastur.

Tað privata vinnulívið er enn stýrt av og mannað við hvítum starvsfólkum.

Um verandi gongd heldur fram við eini ANC og MKP stjórn, verður galin endi.

Vit vóna tað besta, men vænta tað ikki.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo