Ánarar minnast betur enn skuldarar
- Benjamin Franklin

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Síðsta

Í seinastuni hevur verið frammi í fjølmiðlunum, at børn, ið bera brek, eru fyri vanbýti, tá tað kemur til almennar tænastur. Sosialráðgevarafelag Føroya vil vísa á, at vit í okkara dagliga starvi uppliva, at vit ikki kunnu veita neyðuga hjálp til hesi børn og teirra familjur, tí lóggávan ikki heimilar tí, sum skal til. Hetta leggur óneyðugt trýst á bæði familjurnar og á okkum sum sosialráðgevarar.

Tað er sera harmiligt, at tað gongur so long tíð frá tí, at vart verður gjørt við ein trupulleika, inntil politiski myndugleikin ger neyðugu lógarbroytingarnar. Tað er alneyðugt, at lóggávan verður broytt skjótast gjørligt, so øll børn, óansæð brek, hava javnbjóðis rættindi til almennu tænasturnar.

Vantandi lóggáva ger, at fleiri børn, sum kundu havt eitt gott og kærleiksfullt fosturheim, ístaðin enda á stovni, antin í Føroyum ella í Danmark. Í Danmark tryggjar lóggávan, at styrktar og serkønar fosturfamiljur hava treytir, sum ger tað møguligt at taka hesa ábyrgd.

Tað er ein stórur trupulleiki, at vit ikki hava serkønar fosturfamiljur í Føroyum, ikki bara til børn við breki, men eisini til børn við serligum avbjóðingum og atburði.

Vit síggja dagliga, at foreldur at børnum, sum bera brek, stríðast yvir evni fyri fáa lívið at hanga saman. Hetta tí, at alneyðug tilboð mangla ella verða niðurløgd í summarfrítíðini.

 ST-sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, sum varð samtyktur á Føroya Løgtingi í 2009, sigur greitt, at tað er mismunur, tá ið fólk, ið bera brek, verða hildin uttanfyri ella um atlit ikki verða tikin til brek teirra. Sáttmálin skal tryggja, at øll hava somu rættindi. Hóast 15 ár eru gingin, síðani løgtingið samtykti ST sáttmálan, so hava føroysk børn við breki framvegis ikki javnbjóðis rættindi í okkara samfelag.

Vit heita á politiska myndugleikan um at taka hetta álvarsmál upp til viðgerð og tryggja, at neyðugu lógarbroytingarnar verða framdar sum skjótast.

Tað er okkara vón, at hendan áheitan verður tikin í størsta álvara, so vit saman kunnu tryggja javnbjóðis rættindi og tænastur til øll børn í Føroyum.

Sosialráðgevarafelag Føroya
Hallbjørg Lamhauge, forkvinna

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo