Besta leið úr trupulleikum er ígjøgnum teir
- Robert Frost

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Føroya Skótaráð: Veitst tú, hvussu nógvir skótar eru kring allan heim?

Veitst tú, hví skótarørslan er býtt upp í tveir ymiskar felagsskapir fyri gentur og dreingir?

Millum annað hesum kanst tú fáa greiðu á fríggjadagin 10. Mei í Norðurlandahúsinum klokkan 16, tá skipað verður fyri almennari móttøku í sambandi við Norðurlendsku skótaráðstevnuna, ið verður hildin í Føroyum tað vikuskiftið.

Á móttøkuni fara umboð fyri heimsfelagsskapirnar hjá dreingja- og gentuskótum (WOSM & WAGGGS) at greiða frá um skótarørsluna kring heim, umframt at umboð fyri skótafelagsskapirnar Friends of Scouting Europe og Olave Baden-Powell Society greiða frá um virki sítt, og hvussu hesir báðir felagsskapirnir royna at føra skótalívið fram á leið.

Eisini fer Tórshavnar Manskór at seta dám á løtuna.

Hetta er eitt upplagt høvi hjá bæði núverandi sum gomlum skótum at koma saman eina løtu at minnast gamlar dagar, men eisini hjá øðrum skótaáhugaðum at hoyra, hvat skótarørslan er fyri nakað. Vit vóna tí at síggja nógv tykkara har – kanska enntá í búna ella turriklæði!

Einaferð skóti – altíð skóti!

Eitt sindur um Norðurlendsku skótaráðstevnuna
Føroya Skótaráð hevur síðan 2022 havt formansskapin fyri norðurlendska skótasamstarvinum, og nú formansskapurin um ársskiftið fer víðari til Svøríkis, verður skipað fyri norðurlendskari ráðstevnu, har komandi trý árini í norðurlendskum skótahøpi skulu stingast út í kortið.

Á ráðstevnuni verða fleiri enn 180 skótar úr øllum Norðurlondum, sum umframt at avgreiða virkisætlan fyri komandi trý árini, eisini fara at viðgera viðkomandi evni fyri norðurlendskar skótar á verkstovum undir temanum “Broytingartíðir”.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo